Hanus verður prestur í Norðoyggjum

Kirkjuráðini í Norðoya vestara prestagjaldi innstillaðu á fundi mikukvøldið Hanus á Gørðum til prest. Í Norðoya vestara prestagjald eru fimm kirkjusóknir. Klaksvík, Mikladalur, Húsar, Árnafjørður og Kunoy. Tveir prestar eru í prestagjaldinum.

Í eitt ár hevur kallið sum kirkjubóksførandi prestur og jarðarferðarmyndugleiki verið røkt av Hanusi á Gørðum, presti. Hanus varð prestvígdur í august 2007 og starvaðist eitt ár í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Tá eitt ára skeiðið rann út, tók Hanus við kallinum norðanfyri sum fyribils settur prestur.

Hetta starvið varð lýst leyst at søkja, og fýra umsóknir komu inn.

Á fundi mikukvøldið avgjørdu kirkjuráðini at innstilla Hanus á Gørðum í kallið sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Longu tann 10. januar 2010 verður Hanus innsettur. Tað verður Bjarni Bæk, dómpróstur, ið innsetir hann.

Hin presturin í prestagjaldinum er Magnus Brahé Jørgensen.