Kári á Rógvi
Í 1946 var fólkaatkvøða í Føroyum. 48,6% valdu loysing, 47,2% eina nýskipan av amtstøðuni, og 4,1% valdu hvørki.
Í 2002 var løgtingsval í Føroyum. 48,9% valdu fullveldissamgonguna, 46,9% nýskipanarhugaðu andstøðuna, og 4,2% miðflokkin, ið fyri valið valdi hvørgan blokkin.
Føroyingar eiga tí helst heimsmet í jøvnum valúrslitum, og hetta býtið sæst eisini næstan altíð í meiningarkanningum. Nærum helvtin vil eitt, nærum helvtin vil annað. Og nøkur fá vilja hvørki ? ella okkurt triðja.
Mentanin
Fyri okkum á Tinghelluni er onki nýtt í hesum. Hetta er føroysk valmentan. Føroyingum dámar best tveir nærum líka sterkar partar. Havnin móti bygdunum. HB móti B36. Grannabygd móti grannabygd ? í skúlagarðinum dreingirnar móti gentunum. Tað er ein tryggleiki í hesum. Stríðið, sum ongantíð endar, merkir, at ongin partur hevur møguleika at kúga hinar.
Ert tú vaksin upp sum limir í ítróttarfelag ella sum eigari í einum haga, kennir tú føroyska valmentan. Okkum dámar at arbeiða uppá hvønn annan, serliga aftan á aðalfundin, men skal felagið halda fram, ella skal hagin geva nakað av sær, má semja finnast.
Fara fólk at atkvøða, gerst ósemja. Tað frægasta er altíð at tosa um tingini til ein semja fæst. Síðani er at staðfesta semjuna uttan atkvøðugreiðslu. Sjálvur havi eg ongantíð verið við til at atkvøtt í mínum haga. Tí tann dagin, vit býta okkum í samgongu og andstøðu, verður ikki verandi í haganum fyri klandri.
Semjan
Men, er ikki øll meiningin við valinum, at summi skulu tapa? Skulu tey ikki tveitast út í andstøðumyrkrið, har politiskur grátur er og mikið tannagrísl? Skulu ikki seytjan samgongumenn syngja so listaliga í skaðafrøði og skifta ágóðan millum sín?
Nei. Demokrati er ikki at meirilutin ræður. Demokrati er, at øll eiga rætt at røða, siga sína hugsan og føra fram síni sjónarmið. Flokkarnir eiga ávirkan eftir tingmannatali, og hvør tingmaður eigur at fáa høvi at seta síni hugsjónarligu fingramerki.
At lata meirilutan ráða er altíð ein neyðloysn, tá skilaprát og opið orðaskifti ikki førir á mál.
Teir, ið skulu líta á hvønn annan á vøllinum ella í bjørgunum, kunnu ikki liva við øðrum enn breiðari semju. Tað sama skuldi verið galdandi fyri tey, ið ráða fyri borgum.
Ella ímóti stríða
Vit hava eitt ræðandi dømi í søgu okkara um ósemju. Tá kristna trúgvin kom til norðurlanda, tóku teir hana sjálvsagt til viðgerðar á tingi. Hjá okkum var tað Sigmundur Brestisson, ið legði uppskotið fyri Tingið. Hann legði fram nakað, ið minti um ein hvítbók, í fyrstu atløgu miseydnaðist, men hann royndi aftur og fekk so meiriluta fyri at kristna Føroyar.
Henda framferð var so harðlig, at vit fingu borgarastríð í Føroyum. Sigmundur sjálvur varð dripin, og mikil hurðluvasi stóðst, áðrenn breiða semjan kom uppá pláss, tá Leivur Øssurson og Tóra Sigmundsdóttir skipaði samgongu við Gøtutróndi sum samráðingarleiðara.
Til samanberingar dugdu íslendingar betur. Teir samtyktu kristnitrúnna ? men við undantøkum. Fólk sluppu framvegis at eta rossakjøt (sum kirkjan ikki vildi tá), fólk sluppu í eini skiftistíð enn at seta børn út, og tað skuldi vera loyvt at dyrka gomlu gudarnar í loyndum.
Land og tjóð og alt hattar har
?Hvussu skal tað vera úti í verðini?? segði omman mín altíð. Í Norðurírlandi heldur helvtin av fólkinum seg vera bretar, hin helvtin írar. Har er nærum ógjørligt at semjast. Í Ísrael er neyvan gjørligt at semjast heldur um nakra nøktandi loysn fyri allar partar.
Men, í Føroyum? Vit eru øll so hjartaliga samd um, at Føroyar eru eitt land, føroyingar fólk og tjóð. Semja er um, at vit kunnu fara okkara veg, tá tað passar okkum, at sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi.
Grundlógararbeiðið vísti, at føroyskir tingmenn kunnu finna fram til eina semja, ið fevnir um allar flokkar. Ikki soleiðis at skilja, at als ongin ósemja er, uttan heldur tað, at eftir veljarastyrkini kunnu allir flokkar fáa sína ávirkan á eina avtalu, ið staðfestir semjurnar og skipar mannagongdir at loysa ósemjurnar.
Uttan mun til um ella nær vit loysa frá danska ríkinum, so eigur tað at standa høgt og heilagt í eini føroyskari evstulóg, hvussu føroyingar sjálvir fata seg og sína støðu.
Tað er heldur ikki neyðugt at tengja hesa breiðu semjuna um tað ríkisrættarliga og tað stýrisskipanarliga at semju um øll onnur mál.
Grindatunnupolitikkurin
Hví ber so ikki til at semjast um hetta, fáa pappír uppá hesa semjuna? Amerikanarar hava hugtakið ?pork-barrel politics?. Hetta er mynd frá gomlu døgum, tá ein maður í bygdini goymdi allar tunnurnar við tí saltaða svínakjøtinum at hava til matna um veturin.
Vit kunnu kalla hetta grindatunnupolitikk. Føroysku flokkarnir eru vanir at skipa smalar samgongur, ið síðani skifta grindina millum sín. Samgongumenn fáa hvør sín part, andstøðan fær onki.
Hetta var meiri týðiligt fyrr, tá tingið lat einstøk veðhaldslán og játtaði alskins stundningar. Men eisini á ríkisrættarliga økinum síggja vit, at flokkarnir hugsa, at jú smalari samgongan er, jú meir sleppa tey einsamøll at bestemma.
Eina breiðsemju
Tónleikabólkurin Harkaliðið sang um støðuna hjá eldra føroyinginum til samríki við Danmark: ?eg valdi báðar vegir, og teir arvar tú frá mær?. Og tað er so. Vit hava arvað júst somu støðu sum í 1946 ? og í ár 1000 ? vit velja báðar vegir.
Tað óhepna í ár 1000, í 1946, í 1948, í 1998, og kanska eisini í 2002, er at vit ikki gera breiðar semjur um tey stóru málini. Sjálvt tá vit fara frá eini skipan til aðra, mugu vit sum íslendingar á sinni geva tí tapandi partinum høvi at venja seg við tankan.
Øll val eru søgulig, hetta valið skarar tó framum á tann hátt, at tað er avgerandi neyðugt at finna eina breiða semju, tí tað stendur á jøvnum ? annars kunnu vit vænta umval til løgtingið.
Ætla vit at seta semjuna í Stýrisskipanarlógina ella eina aðra evstulóg, ið kemur fyri hana, krevur tað tvey løgting á rað. Tað merkir í sjálvum sær, at tað er neyðugt við breiðari semju.
Gamla sálmareglan sigur: ?Um tú vilt gleði finna, søk ei til hægsta sal. Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl.? Sum í høgunum og í ítróttarfeløgunum er semjan í sjálvum sær ofta meiri verd enn tað, semjan er um. At semjast er meiri týðandi enn innihaldið í semjuni.
Fyri okkum politisku áskoðarar á Tinghelluni er ein valgysari sum tann í ár altíð tað besta undirhaldið. Í so máta er valið hesuferð sum ein HM-finala, ið skal avgerast við brotssparkskapping. Støðan er 16-16, og vit eru um at skrædna av spenningi.
Men fyri hetta lítla landið var tað best, um partarnir samdust um nýggjar politiskar spælireglur fyri Føroyar. Tað er ongin meining í at kappast, um vit ikki eru samd um spælireglurnar. Tá føroyingar vilja hava bæði samband og sjálvstýri, eiga vit at geva teimum eina skipan, ið rúmar báðum.