Harður valdystur

Sjónvarpsdysturin mánakvøldið ímillum tey bæði ukrainsku forsetavalevnini var harður, og partarnir løgdu ikki fingrarnar ímillum

Valstríðið upp undir forsetavalið í Ukraina annan jóladag kom í hæddina mánakvøldið, tá tey bæði valevnini, Viktor Janukuvitj og Viktor Jusjtjenko, dystaðust í almenna sjónvarpinum.

Jusjtjenko var serliga ágangandi og legði mótstøðumannin undir at hava stolið tríggjar milliónir atkvøður frá sær á forsetavalinum tann 21. november.

-Tygum eru ein trúgvandi maður, so tygum kenna boðið um, at ein skal ikki stjala. Kortini stjólu tygum tríggjar milliónir atkvøður. Men tygum vilja kanska vera við, at tað er hægstirættur, sum lýgur, og at tað eru tygum, sum siga sanleikan, segði Jusjtjenko.

Viktur Janukovitj svaraði við at leggja andstøðuna undir at hava framt kvett í Ukraina, tí hon vildi ikki viðurkenna úrslitið av valinum 21. november, og hann nýtti høvi at minna Jusjtjenko á, at har eysturi í landinum vilja fólk vilja fólk ikki vita av honum.

-Tygum halda, at tygum fara at vinna, og at tygum verða forseti í Ukraina. Men tygum mistaka tygum, tí tygum verða bara forseti í einum parti av landinum, segði Janukovitj.

Jusjtjenko svaraði við at eggja ukrainum at standa saman, og hann lovaði, at sum forseti fer hann at varðveita góð viðurskifti við Russland. Kortini legði hann dent á, at tann gamla tíðin er farin.

-Higartil hevur Moskva gjørt av, hvør skal vera forseti í Ukraina, men nú skulu ukrainar sjálvir taka avgerðina, segði Viktor Jusjtjenko.