Harmur og gleði í felag tey reika

»Lognbrá« og »Fastatøkur« - fyrstu skaldsøgurnar hjá Heðini Brú

 

VIÐGERÐ


Í barnaárunum hjá Heðini Brú í Skálavík vóru samrøðan og frásøgnin tað mesta, meðan lítið var gjørt við lesnað. Kortini segði hann seg altíð at hava havt hugin at skriva, og at ein orsøkin ivaleyst var, at hann var eitt lívveikt barn. Hann lá ofta í seingini og hoyrdi hini børnini spæla úti í sólini, og tí hann var forðaður at vera við, gyklaði hann sær tað, sum fór fram. Á gamalsaldri vildi hann vera við, at hann alt sítt lív hevði sæð natúruna vakrast, tá ið hann sat við afturlatnum eygum.

Á ársskeiði á Føroya Fólkaháskúla vaks hugurin til lesnað, og í 1922 rýmdi Heðin Brú undan teimum vánaligu korum, sum stóðu honum í boði í Føroyum til Danmarkar, har hann at kalla uttan stuðul stríddi seg ígjøgnum til eina útbúgving á Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn. Hetta vóru tunglig ár, har hann ofta leið hungur, og tað kom fyri, at hann svímaði av ómegd, men hvussu standurin var, duldi hann sum mansmorð. Skommin mátti ikki frættast til Skálavíkar.

Undir sjúkralegu í 1927 fór hann fyri at stytta sær stundir undir at skriva »Lognbrá«, og í 1930, tá ið hann var fluttur heimaftur, varð hon givin út. Tað var Zacharias á Skipafelagnum sum stílaði fyri, og hann man hava havt góðar vónir til bókina, tí hann læt hana prenta í 1600 eintøkum, sum var eitt nógv størri upplag enn vanligt. Hóast bøkur tá á døgum so at siga bara blivu seldar í Havn, var ætlanin at royna bygdirnar eisini, men tað vignaðist einki, og hetta fyrsta upplagið stóð tessvegna við í mong ár.

Forfjónaður

»Lognbrá« sigur frá uppvøkstrinum hjá bóndasoninum Høgna í eini meðal føroyskari bygd. Lesarin hittir hann á fyrsta sinni, tá ið hann fimm ára gamal grátandi hevur krógvað seg í einum glopri við Mylnarfossin, har hann plagar at halda til í døprum løtum. Mamman hevur tikið hann á búri í at geva hundinum kjøt úr hjallinum og hevur aftur fyri flongt hann. Høgni fatar ikki, at hann skal revsast, tí hann gjørdi eftir bestu ætlan, og laðað verður upp undir kensluna av, at foreldrini ikki skilja hann.

Faðirin Sakir er álvarsamur, fáorðaður og tunglyntur. Sterkur í tí sálarinnar einsemi, sum lagnan hevur kroyst inn á hann, hóast hann er størsti bóndi í bygdini. Móðirin Guðrun, nevnd Sakirskona, er hørð ímóti sær sjálvari og øðrum, og í fyrstani av skaldsøguni sterk og harðlig sum kvinnurnar í teimum íslendsku søgunum. Hjúnini hava ongantíð hóskað saman, og samlívið hevur tí ikki verið ovurhonds fródligt.

Móðirin skilir ikki Høgna og roynir við fastari hond at tukta hann, meðan faðirin altíð er uppi í onkrum verki og tískil ikki hevur stundir til hann. Høgni leitar sær lívd í eini dreymaverð, sum er heft at eini hending, ið fyrifórst honum sum fimm ára gamal, har hann møtir eini fremmandari gentu, Gunnvá, sum er vilst. Tað ljósa hárið og tey bláu eyguni á gentuni festa seg í huganum, og í tungum løtum uggar hann seg við hesi mynd og eini lyngklógv, sum gentan gav honum.

Sagt verður, at Høgnanavnið er óeydnisnavn í ættini, men at Sakir hóast mótstøðu frá Guðruni hevur tikið navnið uppaftur, og hetta er so ein grundin til, at mamman fer so harðliga við soninum. Hon fryktar lagnuna, og hvørja ferð hann ger okkurt skeivt, sær hon tað sum tekin um vanskepnu, sum hon í sínum lagi roynir at fyribyrgja við at harta hann.

Ein onnur grundin til hennara torlyndi er, at bøndurnir ikki longur hava sama týdning í bygdini sum áður, nú fiskivinnan er vorðin høvuðsvinnan, og tað nítur henni fast.

Høgni fer heiman

Tá ið tey vánaligu viðurskiftini við mammuna og somuleiðis við tann eldra bróðurin Sjúrða eru undantikin, so er uppvøksturin hjá Høgna sum hjá øðrum dreingjum í eini føroyskari bygd fyrst í 20. øld. Hann er á fjalli við pápanum, hann er í hoyna, sker torv, hevur pisur, fangar síl, og hann og ein javnaldrandi vinmaður, Torkil, eru sum krókur og lykkja.

Tað er saman við Torkili, at hann stutt eftir fermingina fer til grannabygdina at biðja lova sær við eini slupp. Hetta er beint ímóti viljanum hjá foreldrunum, sum ikki dáma, at ein bóndasonur - hóast ikki elstur - fær sær hýru sum vanligur skipsmaður. Sakir vil vera við, at tað er Guðrun, sum hevur rikið sonin heimanífrá, meðan hon verjir seg við, at hon ongantíð hevur havt sítt egna í huga, men bara hevur stríðst fyri hús og heim.

Stutt eftir at Høgni út á heystið er komin heim undan Íslandi, flytur hann heimanífrá og búsetur seg hjá skiparanum í eini aðrari bygd. Nýggjársaftan er hann í heimbygdini og vitjar Torkil, men ikki foreldrini. Hýrurin er ikki batnaður, og hann kennir seg heimleysan í tilveruni: »Eingin slekt, einki heim, einki nakað, tómt, tómt alt, sum er!« Nýggjárið verður skotið inn við byrsu, og tunglyndið fær Høgna at løða alt ov sterkt, so byrsan spreingist. Høgni fellur í óvit og verður borin inn til mammu Gunnvá, har Gunnvá síðani tekur sær av honum undir sjúkraleguni, og tey gerast vinfólk.

Eitt ár seinni er hann aftur í bygdini fyri at bera upp bønarorð til Gunnvá, men hon vísir hann frá sær við tí grundgeving, at hon er við barn við Sjúrða. Høgni verður lamsligin. Hann vil vera við, at mamman og Sjúrður - tey verða koyrd í sama posa - fyrst hava spilt honum barnaárini og nú eisini framtíðina.

Hann fer niðan til fossin og sorlar gloprið og lyngklónna. Tað seinasta tilknýtið til heimbygdina og barndómin verður oytt. Fáar dagar seinni stendur hann umborð á sluppini ávegis til Íslands, og tá ið dreymurin um gentuna, sum »hyggur so undarliga bangin og biðjandi at honum við sínum stóru bláu eygum og sínum fagra gula hári« trokar seg inn á hann, vísir hann honum frá sær: »Nei, nei, tað var ikki so, tað var bert vøkur lognbrá!«

Slupplívið

»Fastatøkur« 1935 er framhald av »Lognbrá«, og meginparturin av skaldsøguni fer fram umborð á eini slupp undir Íslandi. Lesarin fær frá byrjan eina nágreiniliga frásøgn frá lugarinum, har manningin etur, svevur og heldur til, tá ið eingin fiskiskapur er. Sagt verður frá, hvussu trongt tað er, men samstundis hvussu hugnaligt og friðarligt tað hóast alt kann vera at dvøljast har:

Heitt er niðriundir, og tað er friðarligt. Tosið er spaklynt og orðalítið. Tubbaksroykurin, ið tjaldar undir dekkinum, og skuggarnir, ið standa og riða og mest sum herma eftir lampuni, lýsa frið og gera tað hugnaligt.

Høgni vil prógva, at hann er blivin vaksin, at hann ikki longur er syndabukkurin, sum droymdi seg burtur frá veruleikanum við Mylnarfossin. Tað er eitt ovurkæti yvir honum, sum noyðir hann at vera í gongd alla tíðina, so hann ikki skal koma at hugsa um Gunnvá, sum hann sjálvandi ikki hevur slept. Til tað var hon alt ov leingi hansara einasti uggi.

Lívið umborð verður út frá egnum royndum lýst hampiliga realistiskt. Sagt verður frá fiskiskapinum, og hvussu fiskurin verður hagreiddur, tá ið hann er komin innanborða, hvussu køvisligt tað er, tá ið einki er at fáa, og hvussu ómenniskjansliga stríggið tað er, tá ið nógv er at fáa. Arging og óhugnaligar frásagnir verða ikki gloymdar, og gudstrúgvin eigur somuleiðis sín sjálvsagda leiklut. Málsliga er frásøgnin alla tíðina meistaralig við nógvum beinraknum orðamyndum.

Vit eiga fjøllini

Afturkomin gert alt eitt sindur fløkjaligt fyri Høgna. Fyrst trúlovar hann seg við eini gentu, sum er komin illa fyri - ein feril av vælgerð er við í spælinum - men so títt og knapt er hetta hent, so fortelur Gunnvá honum, at alt tað við Sjúrða bara var íspunnið. Síðani kemur pápin og bjóðar honum garðin, tí Sjúrður hvørki hevur hug ella evnir til landbúnað. Høgni er fegin og ør-kymlaður hvørt um annað, men undir seinasta slupptúrinum skrivar hann til gentuna og ger tað til einkis, tí tað er Gunnvá hann vil hava.

Sjálvur túrurin er í høvuðsheitum í einum skemtiligum lýsi, men undir heimferðini koma teir í kolandi storm, og lesarin verður aftur gjørdur varur við tær hørðu treytirnar. Lýsingin av bardaganum hjá manningini fyri at bjarga skipinum gjøgnum stormin, tað ómenniskjansliga stríðið, tað hetjukenda avreksverkið hjá skiparanum, hvussu manningin skiftir ímillum lívsvón og burturgongd, hvussu teir lova olmussu, hvussu teir verða bjargaðir, alt hetta ger lýsingina til eina av teimum sterkaru í føroyskum bókmentum.

Móttøkan heima er sum av tí burturvilsta soninum, og Høgni sær alt í einum øðrvísi ljósi. Hann skilir ikki, at mamman og Sjúrður skulu hava verið før fyri at spilt honum uppvøksturin, tí nú heldur hann tey ikki vera stórt frægari enn hálvtollutar heimføðingar. Í endanum á bókini sita Høgni og Gunnvá við Mylnarfossin, og einastu ferð í allari frásøgnini verður nortið við ta samfelagsligu lagskipanina. Gunnvá sigur grundina, til at hon eina tíð gekk saman við Sjúrða, vera, at hon var tann fátæka, at hini áttu alt: seyðin, fiskin, sjálvt dreymarnar, og Sjúrður, arvingi til størsta garðin í bygdini, var tann ríkasti. Við hesum í huga fær tøgnin hjá Gunnvá í mun til útgangsorðini hjá Høgna eina dupulta løðing, sum kanska ikki er tilætlað frá høvundans síðu: »Gunnvá, hasi fjøllini eiga vit.? Men Gunnvá átti einki orð.«

Á rættan sess

»Lognbrá-Fastatøkur« er menningarskaldsøga við tí eyðkenda tríbýtta bygnaðinum, har høvuðspersónurin í fyrstani er heima, síðani er hann burtur eina tíð - er heimleysur - og at enda kemur hann heimaftur, tá ið hann er vorðin greiður yvir, hvør hansara leiklutur í tilveruni er. Tað er kortini ikki menningin hjá Høgna sjálvum, sum ger, at hann kemur á rættan sess, men í høvuðsheitum høvundurin, sum letur viðurskiftini á garðinum vera øðrvísi, enn lesarin hevur fingið varhugan av.

Persónslýsingin er stundum í lakara lagi, og tey allar flestu, sum trína fram á pall verða bara myndaði við fáum eginleikum. Høgni verður kortini lýstur í heilum líki, hóast eisini hann í støðum er strikukendur. Menningin hjá honum er ikki serliga trúlig, og somuleiðis hvørva øll árin av teimum spiltu barnaárunum sum døgg fyri sól, tá ið hann verður vaksin.

Tað er heldur ikki stórvegis lesarin fær at vita um gerandisdagin á garðinum undir uppvøkstrinum hjá Høgna. Guðrun situr tíðum við onkrum í hondunum, men harumframt er tað bert fáar ferðir, at arbeiði á garðinum verður nevnt: torv verður skorið, Høgni er á fjøllunum við pápanum og ein dagin eru tey í hoyna. Einki um røktingina av seyði og neytum, einki um útróður, og grindadráp verður ikki tikið upp á tungu.

»Fastatøkur« er øðrvísi í tann mun, at í henni verður greitt nágreiniliga frá arbeiðnum umborð, men hinvegin verður t.d. ikki nortið við viðurskiftini millum sluppmenninar og reiðaran. Í hesum líkjast bøkurnar hjá Heðini Brú frá »Fiskimonnum« hjá Martini Joensen, sum umframt lívið umborð greiðir frá teimum búskaparligu viðurskiftunum í samfelagnum. Ørindini hjá Heðini Brú er eisini eini onnur. Hann vil lýsa ta persónligu menningina hjá Høgna frá barnsbeini, til hann er vaksin - sum í menningarskaldsøguni - og ikki gongdina í samfelagnum.

Skyldmenn

Heðin Brú var nógv ávirkaður av danskari háskúlamentan, og hansara skriving er í ætt við teir høvundar, sum undir einum verða nevndir fólksliga nýbrotið. Tað eru høvundar sum Johannes V. Jensen, Knud Hjortø, Jeppe Aakjær og Martin Andersen Nexø. Teir donsku høvundarnir skriva eins og Heðin Brú mangan stuttsøgur, sum meira at kalla eru fólkalívsmyndir, teir gera allir nógv burturúr natúruni, og tað verður lagdur stórur dentur á barnaárini. Einahelst í seinna partinum av skaldskapinum hjá Heðini Brú kemur tað fram, hvønn týdning tey fyrstu vakstrarárini hava fyri eina menniskju, hvussu tær sosialu umstøðurnar ávirka hennara lagnu.

»Lognbrá« leggur fyri við eini natúrlýsing, og »Fastatøkur« endar við einari. Á henda hátt gerst tann poetiska natúrlýsingin ein karmur um søgugongdina, verður tann alheimur, sum søgan fer fram í. Natúrfatanin hjá Heðini Brú er ikki ein teoretisk støðutakan til eina abstrakta hugsjón, men ein sjálvsøgd sannkenning av, at tað er natúran, sum setir treytirnar.

Ríkt jørðildi

Málburðurin í »Lognbrá« og »Fastatøkum« er eitt um somu tíð mergjað og lættflótandi bygdarmál, og valla nakar hevur havt so stóran týdning fyri føroyskt skaldskaparmál sum Heðin Brú. Hann vísir, at tað ber til at skriva livandi og lættskiljandi á føroyskum, at tað er púra óneyðugt at líta í ein útnyrðing at leita sær málsligt tilfar, tí jørðildi hjá okkum sjálvum er so ivaleysa ríkt.

Afturfyri hevur hann tað ikki altíð so lætt, tá ið tað snýr seg um persónarnar, og fløktar upp í søgugongdina eru fleiri neyðloysnir fyri at fáa søguna at ganga upp. »Fastatøkur« skal bæði hvat viðvíkur tittuli og innihaldi vera mótpólur til »Lognbrá«, hon skal vísa, hvussu tað lukkast Høgna at fáa fastatøkur á lívinum. Men so er ikki. Fastatøkurnar eru ikki treytaðar av, at hann er broyttur, er vorðin vaksin, men bert tí at dreymurin gongur út, og at hann haraftrat fær garðin. Søgan er frá byrjan til enda ein heimkoma, men ikki tí at høvuðspersónurin er vorðin meira búgvin, men tí hann fær alt til gávu. »Lognbrá« er ikki lognbrá - dreymurin gongur jú út - og »Fastatøkur« eru fastatøkur av tí, sum varð skírt lognbrá.

Kabalan gongur upp við postulatum, og størsti veikleikin hjá skaldsøguni er nettupp, at hon ikki megnar at gera menningina hjá Høgna trúliga.

Lív og skaldskapur

»Fastatøkur« tekur við, har »Lognbrá« lokar: umborð á sluppini ávegis til Íslands. Men persónarnir eru broyttir, og atvoldina til hesa broyting mugu vit leita eftir uttan søgukarmar, tí í skaldsøguni er einki hent ímillum tey bæði bindini. Meðan fyrra bindi av dupultskaldsøguni endar við, at Høgni kennir seg heimleysan og uttan framtíðarvánir, so er tann persónur, sum trínir fram á pall í øðrum bindi øðrvísi búgvin, og hóast hann ivast, so er øll vónloysisøði horvin. Hetta er ikki tann sami Høgni sum at kalla við vilja sprongdi byrsuna nýggjársaftan. Hartil er »Fastatøkur« ofta stak stuttlig, og tað er tann lyriska »Lognbrá« ongantíð. Okkurt er hent!

Sum áður nevnt er »Lognbrá« skrivað undir sjúkralegu í 1927, og hon kemur út í 1930, og í 1935 kemur »Fastatøkur«. Nettup skeiðið ímillum skrivingina av teimum báðum bindunum fer ein av teimum størru broytingunum í lívinum hjá Heðini Brú fram. Í 1927 er hann niðurundirkomin í Keypmannahavn og lovar sær sjálvum, at hann skal so illanstíð flyta heimaftur. Hann hevur ætlanir um at fara til Tasmania, sum er so langt burturi frá Føroyum sum til ber. Men fyrst í tretivunum er hann fluttur til Havnar, er hjálparmaður hjá landbúnaðarráðgevanum, og yvirhøvur tykist tað at lýsa fyri framman. Tað er hendan gongdin í lívinum hjá høvundanum, sum eg meini speglast í teimum báðum í so mangar mátar ymisku skaldsøgunum. Í sama mun sum »Lognbrá« er svartskygd og uttan álit til framtíðina, er »Fastatøkur« bjartskygd og við dyggum áliti til alt tað, sum stendur einum í boði.