Hava løgtingsfólk ikki virð­ing fyri egnum samtyktum?

Og fjølmiðlafólk ongan fakligan stoltleika?

Rætt ella skeivt so hevur Løg­ting­ið tríggjar ferðir viðtikið, at Skála­fjarð­ar­tunnilin skal ger­ast á privatum grund­ar­lagi. Ørskapur ella ei so eru 2 løgtingssamtyktir, sum siga, at gerast skal ein Sand­­oy­­a­r­tunnil, sum verður al­menn­ur.
Á einum støði, sum neyv­an er einum fram­komnum fólka­­­ræði verdugt, hev­ur tjak nú í fleiri mán­aðar leik­að í serliga frá teim­um, sum eru ímóti at ger­ast skal ein Skála­­fjar­ð­ar­tunnil ella at hann skal gerast á pri­vat­um hond­­um.
Flestu and­støðu­polit­ik­arar og onkur samgonguditto hava við hjálp frá flestu fjølmiðlafólkum gruggað og villleitt almenningin um, hvat er upp og niður í hesum máli, soleiðis at tað sum eigur at verða eitt konstruk­tiv tjak, sum styrkir fólk­a­ræði, fullkomuliga er farið av sporinum og fyri tað mesta er óseriøs, ósaklig og so vitleyst, at tú illa troystar tær at gera viðmerkingar ella at fara uppí.
Skal tó við hesum íkasti royna at koma við einum lítl­um klípi í royndini at fáa kjak­ið aftur á beint. Um tú vilt tað ella ei, so mást tú fyri­halda teg til veruleikan, so sum hann er. Og hann er, at:

Skálafjarðartunnilin:
1. Í apríl 2007 leggur Bjarni Djurholm fram uppskot og við­tók eitt samlað løgting at landsstýrið fór undir sam­ráð­ingar við privat felag/feløg um at gera fast samband mill­um Skálafjørðin og Suður­streymoy
2. Í mai 2010 viðtók løg­ting­ið at geva privatum felagi einkarætt til undir­sjóv­ar­tunnil/at bjóða einkarrættin út. 5 tjóðveldisfólk stemmaðu ímóti, meðan 24 stemmaðu fyri. Eisini Bjarni Djurholm. Eisi­ni Eyðgunn Samuelsen. Eisi­ni Hans Pauli Strøm. Eisi­ni Heðin Mortensen. Eisi­ni Heini O. Heinesen. Eisi­ni Jenis av Rana. Eisini Poul Michel­sen. Og eisini Tórbjørn Jacobsen.
3. Í apríl 2011 viðtók løg­tingið at longja loyvið til priv­ata felagið um einka­rætt­in, meðan heimildin til út­boð stóð við. 6 tjóðveldis- og 1 javnaðarfólk stemmaðu ímóti, meðan 25 stemmaðu fyri. Eisini Bjarni Djurholm. Eisi­ni Eyðgunn Samuelsen. Eisi­ni Hans Pauli Strøm. Eisi­ni Heini O. Heinesen. Eisini Jenis av Rana. Eisini Poul Michel­sen. Og eisini Tórbjørn Jacob­sen.
4. Herumframt hev­ur løg­tingið viðtikið játt­an­a­r­kar­mar í mai 2012, fíggjarlóg í des. 2012 og játtanarlóg í mai 2013, har peningur er avsettur at bjóða út einkarrættin til undirsjóvartunnil. Við­tøk­u­r­nar eru gjørdar í flestu før­um av samgonguni. Eisin Bárði Nielsen. Eisini Bjarna Djur­holm. Og eisini Jenis av Rana.

Sandoyartunnilin:
1. Í des. 2007 viðtekur løg­ting­ið lóg um at gera Sand­oy­ar­tunnil.
2. Í mai 2009 viðtekur løg­tingið lóg um at stov­na parta­felag at gera Sand­oy­ar­tunnil og setir fyrru lógina úr gildi.
Í meiri enn 10 ár hev­ur verið kjakast um Skála­fjarð­ar­tunnilin og í meiri enn 6 ár hevur verið lóggivið um hann og burtursæð frá stutta tíðar­skeiðnum hjá CHE-sam­gonguni hevur hann alla­tíð­ina skulla verið gjørdur á pri­vat­um grundarlagi.
Og nú, tá ið komið er á mál og klárt er at skriva undir sáttmála um gerð av tunlinum, fara flestu and­støðupolitikarar og onkur sam­gonguditto upp at gora um, at málið er skeivt gripið an og vendir skeivt. Nú er tað knapp­liga tað einasta rætta, at verkætlanin skal verða al­menn. Álvaratos, hevur tað ikki verið ríkilig av tíð at finna út av tí, um tað var alt­a­v­ge­randi?
Og væl hjálptir av fjøl­miðlafólki uttan fak­lig­an stolt­leika, hvørs høvuðs­enda­mál er at bera tíðindi, sum tæna egináhugamálum, er alt kjak enda á einum óhugna­ligum lágum støði, har vit og skil ikki røkka.
Hvat endamálið er við nú aftaná 10 ár, 3 løgtingslógum, 2 játtanarviðtøkum og 1 fíggjarlóg at nýta alt hugs­andi trýst fyri at tvinga ígjøg­num, at tunnilin so abso­lutt má og skal gerast á almennum grundarlagi, kann ikki vera av vælvild hvør­ki fyri Skálafjarðar- ella Sandoyartunlunum! Held­ur man tað verða fyri at stóðga í hvussu so er Skála­fjarð­ar­tunli­num, nú hann er klárur at fara undir.
Annað argument er, at sátt­málin ella partar av hon­um eru loyniligir. Men sig mær, nær eru sáttmálarnir fyri Marknagilsdepilin ella fylgis­kjølini til boriloyvini hjá DONG ella Statoil al­manna­kunngjørd ella løgd fyri tingið?
Tað tykist, sum um at ongi argu­ment er ov ótespulig at nýta fyri at røkka málinum at stóð­ga tunlinum: avmontera fólka­ræði, fongsulsrevsing, mia. endurgjald osfr. osfr.
Men samgongan ger bert sum henni er álgt av løg­ting­i­num. Og tað er og verður tað ein­asta rætta til nakað annað er viðtikið.