Havfrúgvin setti tingini upp á pláss

Í Hvalvík var tað so akkurát, at tað eydnaðist teimum á Havfrúnni úr Vestmanna at vinna. Í dag vann Havfrúgvin aftur, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á Fjarðastevnu á Skála, og talan var um sera sannførandi sigur.

 

Havfrúgvin fekk ikki besta startin, men tá ið 1000 metra teinurin var hálvrógvin, fekk Havfrúgvin orduliga høvdið fyri seg, og við seigum og mergjaðum tøkum svam Havfrúgvin so mikið frá hinum, at munurin var tað mesta av tveimum bátslongdum, tá ið skotið brast.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt. Falkur úr Hósvík, Teistin av Argjum og Ørnin úr Sandavági fóru mest sum í senn um málið, og Tjaldrið av Glyvrum var bara ein lítlan skut aftari.

 

1 Havfrúgvin 05:35.10

2 Falkur 05:40.12

3 Teistin 05:40.15

4 Ørnin 05:41.00

5 Tjaldrið 05:42.14

 

Støðan

1 Havfrúgvin 21

2 Teistin 16

3 Falkur 15

4 Ørnin 13

5 Tjaldrið 10

6 Drekin 2

7 Hvassi 1