Havgrímur Hammer á Tvøroyri til minningar

f. 21.09.1935 - d. 05.11.2005

Hesin sálmurin bleiv sungin í kapellinum tá ið Havgrímur bleiv borin út í Kirkjuna.

Mær er sagt um ein stað í tí høga
har ei sjógvarnir bróta um strendur
har ein vandar og pínslur meg møta
um eitt bil ja so eri eg har
eg má undrandi lovsangin syngja
tá eg hugsi um himmalska heimi
um enn mangt man meg møða og tyngja
tó eitt bil ja so eri eg har

Í tí landi ei tár skulu renna
eingin pína og sjúka skal níva
har ein særandi sorg er at kenna
um eitt bil ja so eri eg har
ei skal gleðinnar dagur har halla
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni
aldri meira vit snáva og falla
tí tá eru vit heima o Guð

Har hvørt Guðsbarn skal standa so fegið
skrýtt í snjóhvítum búna á himni
mær er sagt um ta ævigu gleði
og eg hugsi O var eg bert har
tá tann fremsti lovsyngjandi skari
leikar gullhørpum á við Guðs trónu
hoyrist syngjandi samfelda svarið
tú vár kongur vár harri og Guð

Sálmurin lýsir hansara føstu Guðstrúgv.

Best sum sólin fagrast skínur deyðin inn um dyrnar trínur. Soleiðis verður sagt í vakra sálminum, sum lýsur ferð okkara úr vøggu í grøv.

Hetta rann mær í huga, tá eg fekk deyðsboðini av vina og samstarvsfelaga mínum Havgrími Hammer á Tvøroyri.

Væl visti eg at hann í nógv ár hevur verið sjúkur, men tó komu deyðsboðini dátt við - tað koma tey nú altíð. Havi kent Havgrím í nógv ár, og vit hava samstarvað í Tvøroyrar býráð, har hann gjørdi eitt megnararbeiði. Havgrímur var ein av teimum sum gingu á odda, tá ið Tvøroyrar Flakavirki bleiv veruleiki, og var eisini oddamaður tá ið vinnulívið skuldi byggjast upp frá botni av. Eingin løtt uppgáva, men hon bleiv framd og fyri Havgrím fall tað lætt. Hann var sjálvur runt bygdirnar við tekningarlista, og væl bar til, tí hann var ein bjartskygdur maður. Ein maður sum tordi at taka avgerðir og standa við tær.

Havgrímur var skúlalærari, og sum slíkur var hann í læru hjá Martin Holm sála, tí kom hann at leggja støðið til nýggju ítróttar greinina flogbóltur, og okkurt hevur fest røtur. Ikki bara hevur Havgrímur ført hesa grein til tað støðið, hon er á her hjá okkum, men helst hevur hetta skundað undir at vit hava eina íttróttarhøll, tí formaður fyri byggingini var Havgrímur Hammer.

Sum ungur var hann ein av okkara fremstu fimleikarum her á landi. Politiskt var ongantíð nakað sum tók hann av slóðini, og tað takki eg fyri.

Eg fari at minnast vin mín við takksemi og eg drýpi høvur í tøgn og virðing.

Tit sum vóru hansara og stóðu honum nær, tit vóru hansara eitt og alt, og øll minni bera uppi í sorgarstund.


Ein vinur