Talv
Níggjunda og næstseinasta umfar í liðkappingini var telvað um vikuskifti, og tískil eitt sera umráðandi og avgerandi umfar. Serliga dysturin millum Havnina og Klaksvíkina varð av alstórum týdningi. Ikki bert um oddasessin, men sanniliga spældi stoltleiki eisini sín lut í júst hesum toppdysti.
Havnarmenn høvdu styrkt sær við útisetanum Flóvin Tór Næs, meðan Rani Nolsøe varð aftur á klaksvíksliðnum. Talvið teirra millum á fyrsta borði varð áhugavert og spennandi, eftirsum teir telvaðu klassiska kongaindiska byrjan, har Rani við svarta fólkinum skjótt útjavnaði. Flóvin fekk tó í miðspælinum betri støðu, men í tíðarneyðini misti hann mann og gavst stutt eftir.
Steintór Rasmussen og Haldur S. Johansen leiktu javnleik á øðrum borði. Steintót hevði møguliga munin, men Haldur leikti neyvt og fekk hálvan posa.
Tummas M. Anthoniussen hevur ikki leikt eins sannførandi í seinnu helvt sum í fyrru helvt av kappingini. Herluf Hansen hevur hinvegin telvað væl í seinnu helvt, og vann hann eisini ímóti Tummasi, tá hann longu í byrjanarspælinum fekk stóran fyrimun.
Á fjórða borði átti Ingolf Gaard úr Klaksvík helst at vunnið, men Johan E. Hansen var kaldur og helt út, og tá Ingolf í tíðarneyðini misti tamarhaldið, varð Johan skjótur og vann.
Havnarmennirnir hava veruliga reist seg eftir sera slaka byrjan og eru nú heldur óvæntað á odda, og kunnu sjálvir avgera FM-heitið. Klaksvíkingar høvdu góða byrjan, men hava verið alt ov óstøðugir, og blíva nú hareftir sektaðir.
Endaspurtur
Vestmenningar eru nú á øðrum plássi eftir 3-1 sigurin á sandavágsmonnum, sum eisini merkir at teir úr Sandavági ikki kunnu bjarga sær undan niðurflyting.
John Rødgaard, sum hevur havt nøkur ivasom úrslit í ár, vann ímóti Torkil Nielsen á fyrsta borði og Torbjørn Thomsen vann eisini sítt talv ímóti Gutta Petersen.
John Jacobsen hevur eisini víst gott spæl hesar seinastu vikurnar, og hetta fekk Heri Christoffersen eisini at merkja í vikuskiftinum. Sonni Nielsen fekk einasta stig fyri sandavágsmenn tá hann vann á Petur Højgaard.
Ein góður sigur hjá vestmenningum, sum eisini varðveitir FM møguleikan.
GM Tiger
Kollfirðingar hava nakrir stórmeistarar og altjóða meistarar á styrkilista teirra og ímóti Hvalvík høvdu teir GM Tiger H. Persson við á liðnum. Hann vann á Martin Brekká.
Hans Kristian Simonsen hevur prógvað sínar dygdir í ár, men ímóti Finnbjørn Zachariassen mátti hann lúta. Karl L. Johansen og Sámal Christiansen leiktu javnt, meðan sumbingurin Alvin Joensen, sum nú leikar og býr í Kollafirði vann á Bergi Magnussen.
Eitt afturstig fyri hvalvíkingar, sum hitta sandavágsmenn í seinasta umfari og muga tá vinna stórt. Havnin ? Kollafjørður og Vestmanna ? Klaksvík verða hinir dystirnir í seinasta umfari, sum verður leikt leygardagin 3. mars í Hósvík.
Ómetaliga javnt hevur verið í ár, heili fimm lið kunnu enda ovast tá avtornar, og er hetta eitt nærum óhoyrt fyribrigdi.
Støðan eftir 9. umfar:
Havnin 21
Vestmanna 19
Klaksvík 18
Hvalvík 18
Kollafjørð 18
Sandavág 14
Havnin somuleiðis á odda í 2. deild
Ikki bert varð Flóvin komin heim at styrkja Havnar Telvingarfelag í vikuskiftinum, eisini varð Martin Poulsen heima og leiktu fyri Havina 2. Lógin sigur at ikki fleiri enn ein útiseti kann manna eitt einstakt lið, og tískil kundi Martin ikki leika á fyrsta liði. Men 2. lið hjá Havnini hevði eisini brúk fyri stuðul í toppdystinum ímóti Toftum, sum lógu á odda.
Helgi Joensen megnaði ein javnleik ímóti Martin á fyrsta borði, og eisini Wenzil Højgaard fekk hálvt ímóti Suna Merkistein. Triðja- og fjórða borð hjá Havnini vunnu, sum merkti at Havnin 2 vann 3-1 og liggja nú hálvtannað stig fremst undan seinasta umfari. Havnin 2 hittir Klaksvík, meðan Toftamenn mugu vinna stórsigur á gøtumonnum 3. mars.
Runavík og Gøta berjast um triðja pláss, meðan Havnin 3 stríðist undan niðurflyting.
Í triðju deild liggur Vestmanna tvey stig fremst, sjálvt um teir taptu í vikuskiftinum á Kollafjørð. Nummar tvey er Havnin.
Talvfelagið Føroyar stevnur ímóti 2. deild
Við knúsandi 7-1 stórsigri ímóti botnliðnum Vanløse í vikuskiftinum, hava útisetar okkara lagt seg klárt á odda í 3. deild undan seinasta umfari. Ballerup sum annars lógu hálvt stig fremri enn føroyingarnir, leiktu sín dyst 4-4, og eru nú hálvttriðja stig aftanfyri Talvfelagið Føroyar.
Útlitini er tískil góð at flyta upp, men enn er tó einki avgjørt. Útisetarnir skulu nevnliga í torførari dyst enn kappinganeytarnir Ballerup í seinasta umfari, men væntandi flyta teir upp kortini.
Teir sum vunnu sunnudagin vóru; Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Bogi Ziska, Jóan H. Andreasen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Finnbjørn Vang, meðan John Arni Nilssen og Heini Danielsen leiktu javnleik.
Javnt í Linares
Sterka talvkappingin í Linares byrjaði fríggjadagin, og frídagur var mánadagin. Sostatt eru trý umfør telvað og sigast kann ikki annað, at orðið javnleikur er yvirskriftin higartil. Kasparov, Shirov, Leko, Karpov, Polgar og Grischuk hava øll 1,5 stig og liggja tí øll á deildum fyrsta plássi. Sera merkisverd støða, og at øll níggju talvini eru endaði jøvn ger støðuna bert enn meira margháttliga.
Fyrrverandi heimsmeistarin Anatoly Karpov hevur telvað væl, og átti at vunnið á Shirov í fyrsta umfari, meðan Kasparov ikki veruliga hevur funnið stórspæli fram og Grischuk hongur væl í við sínum javnleikum. Meir um kappingina í fríggjadagsblaðnum.