Seinnapartin klokkan 17 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum HB og FC Suðuroy á ovara vølli í Gundadali í Havn.
HB er triðfremst í deildini við 49 stigum. FC Suðuroy er næstaftast við 13 stigum.
Fyrr í ár vann HB 4-0 á FC Suðuroy í Gundadali, og HB vann eisini 2-1 á FC Suðuroy vesturi á Eiðinum í Vági.
HB hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,06 og 1,09.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 10,00.
Oddsini upp á útisigur til FC Suðuroy liggja millum 15,00 og 21,00.
HER eru oddsini:
##med2##