Leygardagin segði HB venjarin André Olsen í dimma.fo, at felagið arbeiddi við at keypa nýggjan miðverja, sum tað var neyðugt at fáa, nú Viljormur Davidsen ikki longur er í felagnum. Og nú boðar felagið frá, at HB hevur skrivað undir sáttmála við norskan miðverja.
HB skrivar soleiðis:
HB hevur gjørt avtalu við norska miðverjan, Per-Magnus Steiring
Per-Magnus kemur úr norska felagnum Skeid. Hann hevur spælt 148 dystir í OBOS-ligaen og 25 dystir í Eliteserien.
Vit bjóða Per-Magnus vælkomnan og frætta meira frá honum seinni.
https://dimma.fo/grein/andre-roknar-vid-moguleikanum-at-koppa-ki











