HB vann flest heiðursmerki

Tá alt er uppgjørt eftir kappingarárið 2013 í fótbólti, er HB tað av øllum feløgunum, sum hevur vunnið mest, tá roknað verður í heiðursmerkjum.

HB vann meistaraheiti í Effodeildini, 2. deild hjá kvinnum, U16 hjá dreingjum og U17 hjá gentum, umframt at HB vann steypakappingarnar hjá bæði U16 og U14 hjá dreingjum. Samlaða úrtøkan var seks gull-, eitt silvur- og trý bronsumerki.

Í hølunum á HB kemur KÍ, sum serliga gjørdi um seg í steypakappingunum, har tað eydnaðist at vinna hjá kvinnum, U18 hjá dreingjum og bæði U17 og U14 hjá gentum, umframt at KÍ-kvinnurnar blivu meistarar og U14-genturnar. KÍ vann seks gull-, eitt silvur- og eitt bronsumerki.

Síðani kemur B36 við trimum gull-, trimum silvur- og trimum bronsumerkjum, og NSÍ vann tvey gull-, fimm silvur- og tvey bronsumerki. Av øðrum feløgum, sum vunnu gull, eru EB/Streymur, Víkingur, B68 og AB.

Harumframt hava eisini Skála, ÍF, TB, B71, 07 Vestur og Giza/Hoyvík vunnið silvur- og bronsuheiðursmerki í lands- og steypakappingunum hetta kappingarárið.