Fyrsta framsýningin í Galerie Focus í ár er við Heðin Kambsdal, og letur hon upp í dag, fríggjadagin kl 16
Heðin Kambsdal er úr Fuglafirði, útbúgvin lærari og undirvísir m. a. í tónleiki. Hann hevur málað í nógv ár og m.a. sýnt fram í Føroyum á Varmakeldu, í Ribarhus og í Listaskálanum og í Danmark í Galleri Flintholm og Galleri Arleth.
Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar?. Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.
Sum myndlistamaður er Heðin Kambsdal sjálvlærdur. Hann sýnist at vera inspireraður av amerikanska listamálaranum Edward Hopper (1882 - 1967) sum ofta málaði stórbýarmyndir, hús og fólkatómar gøtur, bara onkuntíð eru fólk við í myndunum, helst sitandi, uttan at røra seg ella tosa saman, heldur innanhokin - og dámurin kennist rættuliga mystiskur og melankolskur.
Á framsýningini í Galerie Focus, Gríms Kambansgøtu 20 í Havn, hevur Heðin Kambsdal 16 oljumálningar. Framsýningin verður frá 6. til 20. februar, týsdag - fríggjadag kl. 14 - 18, leygardag kl. 16 - 18.
Framsýningarskráin hjá Galerie Focus fyri 2004 sær spennandi út. Eftir Heðin Kambsdal, 27. januar til 12. februar hevur Arnhold Vegghamar av Viðareiði framsýning við sínum eyðkendu surrealistisku náttúrulýsingum, eisini hann er sjálvlærdur og royndur listamaður.
Um páskirnar, 2. - 16. apríl, verður tað Tróndur Patursson úr Kirkjubø sum sýnir fram, Tróndur arbeiðir m.a. við stand-myndum, glaslist og málningi, nógv í bláum og grønum litum. Hansara lýsingingarháttur er sera spontanur av náttúruni og tí kosmiska rúminum.
Vit kunnu gleða okkum, at síggja Hansinu Iversen og Vígdis Petersen í Galerie Focus 28. mai til 11. juni, tvær sera spennandi listakvinnur, báðar búsitandi í Keypmannahavn, Hansina Iversen málar abstrakt, stórar litflatir við pensilstrokum so rørðsla er í málninginum. Vigdis Petersen arbeiðir mest við leiri og glasi, hon arbeiðir tilvita við rúmi, formi og tí einfalda.
Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen og Jóna Rasmussen sýna fram í ávikavist september, oktober og november og enda soleiðis framsýningarárið 2004.