Nú undirsjóðartunnilin opin er
Tja lalala lalala
Og ferðslan fer við rúkandi ferð
Tja lalala lalala
Men í bygdum øki 30 km/t er
So har koyrir ferðslan við hóvligari ferð
Nú fløggini eru á húnar hátt
Og øll eru vælkomin á hvørja gátt
Til Leirvíkar at bowla vit fara ein túr
Og búffarnir teir smakka fram úr
Bygdarhúsið flott og stórt
Dámligt tað er til veitsluhøll
LÍF ítróttarhúsið er
Sjavskapping eisini har fram fer
Og skótahúsið eisini er
So børn og ungdómur samlast her
Kirkjan so prýðilig stendur her
Og onnur samkomuhús eru h er
Fiskahús, bátar og skip
Uttan tey er eingin bygd
Brennistøðin er úti á vík
Har nógv er at brenna og annað slíkt
Nú hendan vísan at enda komin er
Má Gud signa tey ið búgva her
Kata Elisabeth Mortensen