Nú fer Fíggjarmálastýrið skjótt at síggja ljósið í endanum av tunnlinum, tí talið av feløgum, hvørs sáttmálar ikki eru endurnýggjaðir fækast.
Fríggjadagurin var góður dagur hjá Fíggjarmálastýrinum. Um morgunin eydnaðist at sleppa undan hóttandi verkfalli millum limirnar hjá Yrkisfelagnum, og seinni fríggjadagin gjørdi Stýrið nýggjan tvey ára sáttmála við heimahjálpararnar.
Dentur lagdur á løn og eftirløn
Nýggi sáttmálin er gjørdur fyri eitt tvey ára skeið, og í stuttum kann sigast, at dentur er lagdur á lønina og á eftirlønina.
Lønarhækkingin er í tveimum stigum. Tann 1. juni í ár hækkar grundlønin hjá heimahjálparunum við tveimum prosentum, og 1. juni næsta ár hækkar lønin enn einaferð. Hesaferð við tveimum og einum hálvum prosenti.
Eftirlønargjaldið verður umlagt frá fyrsta juni í ár at rokna. Skipanin um eftirløn til heima-, almanna- og heilsuhjálparar fer úr gildi og í staðin verður ásett, at heima-, heilsu- og almannahjálparar, ið eru settir eftir sáttmála millum Føroya Heimahjálparafelag og Fíggjarmálastýrið fáa rindað eftirlønargjald av løn sambært setanarbrøki og fyri meirtímar, treytað av, at viðkomandi hevur verið í starvi í minst 1 ár, og meðaltímatalið er 15 tímar ella meira. Tó verður eftirløn ikki rindað av viðbótum.
Tann 1. juni 1999 hækkar eftirlønargjaldið 2, 24 prosent av grundlønini soleiðis, at eftirlønargjaldið pr. henda dag íalt er 4,89 prosent.
Tann 1. januar 2000 fer Heimahjálparafelagið úr Føroya Arbeiðarafelag, og samstundis fer tann parturin, sum í dag verður goldin í Verkamannagrunn FA's - 0,65 prosent - eisini í eftirlønargrunn. Tað vil siga, at eftirlønin eftir 1. januar 2000 er komin upp á 5,54 pst.
Limir í felagnum, sum ikki arbeiða 15 tímar ella meiri fáa ikki goldið eftirlønargjald.
Annars eru tað fyri tað mesta smávegis dagføringar, sum eru gjørdar í sáttmálanum. Partarnir eru komnir ásamt um, at hyggja nærri at sáttmálanum í tvey ára skeiðnum og í felag syrgja fyri, at sáttmálin verður gjørdur meira liðiligur, einfaldari, og betri skipaður. Harumframt skulu allar ótíðarhóskandi orðingar rættast til.
Fíggjarmálaráðharrin nøgdur við sáttmálan
Sambært tíðindaskrivi frá lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum væl nøgdur við semjuna.
Hann hevur undir øllum samráðingum lagt seg eftir at halda lønarvøksturin niðanfyri 6,5 prosent, og hesin sáttmálin liggur væl á leið í so máta.
Fíggjarmálaráðharrin fegnast eisini serliga nógv um, at heimahjálpararnir aftur hesaferð hava raðfest eftirlønarviðurskiftini so høgt.
Vit hava ikki fingið fatur á formanninum í Føroya Heimahjálparafelag enn, men vit fara at fáa eina viðmerking frá formanninum seinni.