Heimasíðurnar skriva:
www.hb.fo: Um at vinna á Argjum móti AB
Við greiðum sigri á Blue Water Arena í dag, avlívaðu vit mytuna um at vit vanliga einki fáa við okkum úr Vika aftur. Eftir eitt korter vóru tingini sett uppá pláss og eftir hetta koyrdu vit á cruise-control.
www.07vestur.fo: Um fríspark, ið endaði á tríkantinum
Vit fingu fríspark einar 25-30 metrar úti. Eli gjørdi seg kláran og frálíka skotið sang í tríkantinum, niður og út. Sagt verður úr Sørvágs Kommunu, at arbeitt verður fyri at rætt málið uppaftur til næsta heimadyst.
www.ab.fo: Um 3-1 tapið fyri HB
“Eg havi sum so ikki so nógv at siga. Vit vita, at HB eru góðir, og teir trillaðu okkum eisini sundur og jarðaðu okkum beinanvegin. Tað gekk so skjótt fyri seg, at vit fingu ikki tíð at hugsa okkum um.”
www.b36.fo: Um 4-0 sigurin á Víkingi
Flongdir FM-favorittar: Víkingarnir vóru bæði úrlætnir og flongdir, tá teir vitjaðu í Gundadali í dag
www.tb.fo: Nicky klárur fyri TB
Seinastu vikurnar hevur bretin, Nicholas Ferenc Diverdics vant við Effohópinum hjá TB, og beinanvegin sást, at hesin hevði góðar dygdir.
www.vikingur.fo: Um 4-0 tapið fyri B36
Eftir dystin í Gundadali í kvøld hevði verið lættast og minst pínufult einki at skriva. Gloymt dystin og gjørt klárt til næsta umfar
www.svimjing.fo:
Markus Joensen megnaði í dag at seta nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann á BankNordik-stevnuni í Vági svam teinin uppá 1:06.26, har metið hjá Jón Hofgaard frá landsdysti ímóti Íslandi í 2010 var 1:06.50.