Heimaliðið fann tvær perlur í Hólmanum

Eftir fýra tap á rað og eitt mál í seks dystum bóru tvey framúr mál EB/Streyma sigur við sær ímóti ÍF

Jákup Hummeland skoraði rimmarmál í 2-1 heimasigrinum hjá EB/Streymi ímóti ÍF

Sjøtul var í dag settur á 10. umfar í Betri deildini. EB/Streymur hevði í Hólmanum á Eiði vitjan av ÍF.

 

Tá ið henda oyggjauppgerðin fyrr í vár var í Fuglafirði, vóru gestirnir vónbrotnir, tí teir avrikaðu væl, men teir taptu 3-0.

 

Í dag vóru tað fuglfirðingar, sum harmaðust um, at teir eftir gott avrik stóðu eftir við 2-1 tapi. Hetta er triði sigurin hjá EB/Streymi í ár, og hetta er fyrsti sigur síðani 8. apríl, tá ið EB/Streymur vann 2-1 ímóti TB.

 

EB/Streymur var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik. Bæði málini vóru framúr. Tað fyrra skoraði Gutti Dahl-Olsen við frísparki úr 20 metrum og eitt vet til høgru. Hann sendi bóltin omanfyri manngarðin og í málið dygst undir samankomingini. Jákup Hummeland vann frísparkið, og Jákup Hummeland økti til 2-0.

 

-Vit hava kent okkum óhepnar, tá ið tað fleiri ferðir ikki er koppað okkum til fyrimunar. Vit hava leitað eftir málunum, og í dag var talan um heilt serlig mál. Undir venjing síggja vit aftur og aftur, at Gutti skorar soleiðis, sum hann gjørdi í dag. Tað var í 32. minutti, og átta minuttir seinni var Jákup Hummeland aftur upp á spæl. Talan var um fínt álop, og tað hevði verið skilagott, um Jákup spældi onkran av liðfeløgunum, sum var í góðari støðu, men hann valdi at reka, og so smekkaði hann til eitt sindur úr høgru, og bólturin sat uppi í handara horninum, sigur EB/Streyma venjarin Sigfríður S. Clementsen við Trónd Arge hjá Televarpinum, og hann heldur fram:

 

-Vit vóru nøgdir við hugburðin og í løtum eisini spælið. At ÍF í seinna hálvleiki ikki vann seg til stórar møguleikar komst eisini av, at verjan hjá okkum stóð so stinn, sigur Sgifríður Clementsen. Tá ið EB/Streymur síðsta sunnudag tapti 5-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, var miðverjin og liðformaðurin Andras Ó. Olsen ikki við, tí hann var skaddur. Í dag var hann aftur í miðverjuni, og hann vann heilt nógvar næstdystir.

 

ÍF vísti í undirhaldandi og spennandi dystinum fínan hugburð. Eftir steðgin svaraði ÍF aftur beinanvegin, tá ið Jhon Mena Perez minkaði um munin. Hann var støðug hóttan, og teir reyðu royndu at leggja bóltarnar soleiðis, at hann kundi bjóða av í ein ímóti einum støðum. Átta minuttir eftir steðgin eydnaðist tað honum at sneiða seg leysan av fleiri mótstøðumonnunum, og tá ið hann royndi seg úr eitt sindur spískum, fór bólturin í málið, og so varð tað heilt spennandi.

 

ÍF spenti álopsbogan, og tað vóru fleiri spentar støður, uttan at tað eydnaðist at skora.

 

-Vit eru nøgdir við avrikið, men vit eru øgiliga vónbrotnir um úrslitið, tí vit kendu okkum hava uppiborið at vinna í hvussu so er eitt stig. Vit hyggja frameftir og rokna við, at um vit halda á við sovornum avrikum, so fer tað at bera stig við sær, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin við Trónd Arge í Televarpinum.

 

ÍF var alla tíðina í 3-5-2 uppstilling. Tá ið ÍF í seinna hálvleiki pressaði fyri at javna, broytti EB/Streymur uppstilling.

 

-Vit fóru frá at hava fýra í verjuni og til at hava fimm í verjuni. Bogi Reinert-Petersen varð fluttur aftur, og hann og Mikkjal Hellisá vóru saman við Andrasi Ó. Olsen í miðverjuni, og tá lætti, staðfestir Sigfríður S. Clementsen.

 

Nú hevur EB/Streymur 10 stig, og ÍF hevur 9 stig. Næstu ferð verður ÍF á heimavølli ímóti KÍ, og EB/Streymur verður á útivølli ímóti HB.

 

 

 

EB/Streymur – ÍF 2-1 (2-0)

 

1-0: Gutti Dahl-Olsen

 

2-0: Jákup Hummeland

 

2-1: Jhon Mena Perez

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

EB/Streymur – ÍF 2-1 (2-0)

 

1-0: Gutti Dahl-Olsen

 

2-0: Jákup Hummeland

 

2-1: Jhon Mena Perez

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Markus Hellisdal, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Bogi Reinert-Petersen, Dánjal Godtfred, Rógvi Egilstoft – Jákup Hummeland, Gutti Dahl-Olsen, Hans Pauli á Bø

 

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

 

ÍF: Tóri Traðará – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard – Elias J. Lervig, Elvio Gelmini, Ruben Møller Nielsen, Gundur E. Petersen, Pól Jákup Lundsbjerg – Jhon Mena Perez, Dánjal á Lakjuni

 

Venjari: Alex Jovevic

 

Jákup Hummeland skoraði rimmarmál í 2-1 heimasigrinum hjá EB/Streymi ímóti ÍF