Landsstýrismaðurin legði dent á, at eingin ítøkilig hóttan er ímóti Føroyum. Tilmælini eru gjørd eftir eini yvirskipaðari meting, og fólk skulu liva sum vant.
- Hatta skapar tryggleika. Fólk eiga ikki at keypa inn undir seg, heldur skulu tey tilbúgva seg yvir tíð. Summi halda at myndugleikarnir hava gjørt ov nógv, onnur at vit hava gjørt ov lítið. Tað ræður um at finna røttu javnvágina.
Bjarni Kárason Petersen mælir foreldrum at tosa við síni børn, soleiðis at tey ikki stúra óneyðugt.
- Hetta kann tykjast ónáttúrligt fyri tey í yngra ættarliðnum, men ommur og abbar okkara eru von at fyrireika seg til kreppustøður, og hjá teimum er hetta púra náttúrligt, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Tilmælini siga, at fólk skulu eiga vatn og mat til trý samdøgur. Hetta skal vera matur sum heldur sær í longri tíð uttan køli- og frystiskáp. Eitt nú verður mælt til at fólk eiga nýggju litrar av vatni, til hvønn persón í húsarhaldinum.
Húsarhaldini skulu hava allan neyðugan heilivág, útgerð til fyrstuhjálp, og reinførisvørur. Eisini eiga fólk at tryggja sær at tey kunnu fáa boð, og halda hitan, um streymurin fer í longri tíð. Kringvarpið varpar út. Um streymurin er burtur, hoyrist útvarpið eitt nú í FM-radio sum koyrir við battaríum, hondsvingi ella sólsellum.
Mælt verður eisini til at fólk eiga hava eina minni upphædd í reiðum peningi liggjandi, soleiðis at tey fáa goldið um fartelefonin, og gjaldskort gerast óvirkin.
Sí fleiri myndir frá tíðindafundinum in.fo - fyrst og fremst
##med2##
##med3##