Tað kom sum ein skelkur í HB-húsinum, tá íslendska morgunblaðið týsdagin sendi venjaran, Heimir Guðjónsson, aftur til Íslands. Blaðið skrivaði at familjan nú er flutt heim, og at Heimir Guðjónsson eisini verður at finna í íslendskum fótbólti, eftir at sáttmálin við HB gongur út í oktober. Men søgurnar passa ikki.
- Søgurnar í íslendsku miðlunum eru ikki rættar. Eg havi onga avgerð tikið og familjan er her enn. Eg havi júst verið til samráðingar við HB, sigur Heimir Guðjónsson við Sosialin.
Hann leggur afturat, at samráðingarnar eru positivar, men at tú í fótbólti altíð hyggur eftir hvat kemur á borðið.
##med2##
- Í fótbólti hevur tú ein sáttmála og tá hann gongur út, so mást tú sjálvandi hyggja eftir hvat kemur á borðið. Eg havi verið her í tvey ár og tað hevði ikki verið rætt av mær, um eg ikki tosaði við HB fyrst, tá teir vilja hava meg at halda fram, sigur Heimir Guðjónsson.
Heimir sigur eisini, at hann og familjan trívist væl í Føroyum, og at fokus nú verður á at vinna dystin sunnudagin móti Víkingi. Tíðindini komu eisini óvart á leiðslubólkin, sum rekur besta liðið hjá HB.
- Eg haldi ikki tað er nakað í hasi søguni. Vit tosa saman um framtíðina, og eg vænti at vit koma á mál við samráðingunum. Tað er nøkur praktiskt ting, men Heimir hevur góðan hug at verða verandi. Eg vænti at vit leingja við Heimir Guðjónsson, men tað er ikki endaliga komið á mál, segði Ragnar Joensen við in.fo týsdagin.