www.hb.fo:
Eitt sindur av roki stóðst av eini hornastøðu, og endin var at Rúni Gaardbo vísti Geza Turi av vøllinum. Ikki var lætt at síggja hvat hendi, men aftaná hevur heimasíðan latið sær fortalt, at handa støðan var rætt taklað av Rúna.
www.07vestur.fo:
Í dag tapa vit 0-3 á heimavølli ímóti einum B36-liði, ið einki hevur at bjóða uppá og kenslan aftaná dystin er tann, at vit akkurat tað sama kundu vunnið.
www.ab.fo: Yvirskirift eftir tapi fyri NSÍ
Ein Skandala.
www.b36.fo:
Fleiri serfrøðingar hava havt á munni, at stigatalvan helst fer í tvíningar komandi umførini, og tí var sera umráðandi hjá okkara monnum at fáa stig – og helst trý – burtur úr dystinum á Dungasandi í Sørvági í dag.
www.vikingur.fo:
Í 75. minutti fekk Geza beinleiðis reytt kort. Hví var ikki lætt at síggja, men dómarin stóð væl fyri, og ikki mótmælti Geza nakað serligt, so helst mundi okkurt vera. Hjartvard fór í málið, og tað uppgávuna megnaði hann væl.
www.nordlysid.fo:
KÍ eigur báðar toppskjúttarnar. Hyggur ein eftir máltindinum í Effodeildini, so liggja tveir KÍ leikarar á odda.
www.h71.fo:
Men hvat var tað sum hendi hjá gestunum. Bæði Filip og Sámal vóru uttanfyri stóran part av
dystinum, meðan Bogdan fær frið at stórspæla okkum til sigurs. Hví var ongin settur á Bogdan tá
hann so sjónliga var størsta hóttanin móti VÍF allan dystin á tamb?
www.hvannrok.fo:
Seinastu dystirnir í grundspælinum eru spældir seinnapartin og ein dystur fríggjakvøldið. Hóast avtalur, havi eg bara fingið ein dómaraseðil sendandi, og tað er mansdysturin millum H71 og VÍF.