HB - Víkingur 3-0
- - -
HB er nýtt oddalið í Effo-deildini. Tað er greitt, eftir at teir í gjár vunnu 3-0 á Víkingi, sum undan dystinum sat á fyrsta plássinum.
Lykilin lá í slagnum um miðvøllin, har HB hevði Heina Vatnsdal, Fróða Benjaminsen og Kristin R. Mouritsen, meðan Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen vóru á kantunum.
Mótspælið hjá Víkingi var Niclas Niclassen, Hans Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen. Niclas og Hans Jørgen á verjukenda miðvøllinum, og Jann Ingi longur frammi á vøllinum.
Í verjustøðu megnaði Víkingur í fyrra hálvleiki fyri tað mesta at standa ímóti, men í framrættaða spælinum riggaði ikki. Serliga tí Heini Vatnsdal og Fróði Benjaminsen stóðu sum ein blokkur frammanfyri verjuni.
Miðskieðis í fyrra hálvleiki legði Heini Vatnsdal HB á odda eftir hornaspark. Stutt fyri hálvleik økti Christian R. Mouritsen, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik staðfesti Andrew av Fløtum dystin við drønskoti til 3-0. Restina av dystinum hevði HB tamarhald á støðuni.
Eitt korter fyri tíð fekk málverjin hjá Víkingi, Geza Turi, beinleiðis reytt. Víkingur hevði brúkt allar útskiftingarnar og tí mátti Hjartvard Hansen fara í mál seinasta korterið. HB skifti fleiri fólk og tók sær av løttum restina av dystinum.
Nýggi mortorurin trívist í HB
Heini Vatnsdal flutti í vetur til HB frá FC Suðuroy. Hann hevur leingi verið mettur sum eitt risa talent í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt seks dystir á U21 landsliðnum og nærkast nú hálvthundrað í Effo-deildini, men manglar veruliga at sláa sítt navn fast í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt við FC Suðuroy, sum er flutt niður bæði árini hann hevur spælt við teimum í bestu deildini. Serliga í fjør gekk illa hjá FC Suðuroy, og tá er ringt at meta um evnini hjá einum spælara, tá liðið er so lítið kappingarført, sum FC Suðuroy vóru farna kappingarár.
– Eg vildi royna okkurt nýtt, serliga tí FC Suðuroy flutti niður. HB vísti stóran áhuga fyri at fáa meg, tí valdi eg at skifta, greiður Heini Vatnsdal frá eftir dystin í gjár.
Heini er málrættaður og tekur fótbóltin í álvara. Hann er komin til HB fyri at menna seg sum fótbóltsspælara og hann trívist í leiklutinum sum oddalið í føroyskum fótbólti.
– Tað hevur verið heilt fantastiskt at koma til HB. Eg hevði ikki væntað, at umstøðurnar vóru so góðar sum tær eru. Her er alt og tú fær tað, sum tú hevur brúk fyri, og hópurin er fantastiskur. Hetta er nokk tað besta tú kann koma til í Føroyum, sigur nýggi motorurin á miðvøllinum hjá HB.
Tey fyrstu trý umførini mátti Heini hyggja at, meðan hinir spældu, tí hann hevði leikbann frá farna kappingarári.
– Tað var strævið. Eg havi eisini roynt tað fyrr og eg havi eisini sitið nógv uttanfyri við skaða. Tað er ringt at sita uttanfyri og bara hyggja at, men tað var tríggjar dystir og nú er tað so farið, so tað er gott at verða við, sigur Heini, sum nú er komin til eitt felag har meistaraheitið er eitt mál at kall hvør kappingarár.
– Tað er tað sum eg vil. Tú spælir fótbólt fyri at vinna og tað gera vit til hvønn dyst. Mær dámar eisini væl mátan vit spæla uppá, men tú skal venja teg við tað. Millum annað er leikferðin hægri, greiður Heini frá, meðan liðfelagirnir ein fyri og annar eftir kom upp trappurnar í HB húsinum og antin hála í buksurnar ella klípa vábingin í bakpartin.
Kropsliga er Heini væl fyri, men ásannar, at orkan ikki er í topp, nú so stutt er farið av kappingini. Hóast hann er stórur og kropsliga væl fyri, so hevur hann góðan bóltførleika og stendur seg væl í avleveringsspælinum.
– Eg haldi eg klári at spæla við í tí skjóta spælinum sjálvt um eg eri størri og tyngri enn nakrir av hinum, sigur Heini og kallar Fróða Benjaminsen fyri »Captain Fantastic«, tá prátið fellur inn á landsliðs og HB-liðskiparanum, sum Heini spælir undir liðini á. Er tað upp til Heina, so ætlar hann sær eisini koma á landsliðið eins og síðumaðurin í HB.
– Eg ætli mær á landsliðið. Spælir tú fótbólt seriøst, so haldi eg at tú mást royna at koma á landsliðið. Vónandi eydnast tað, um eg klári meg væl og verið skaðafríur, leggur Heini afturat at enda.
Spakir víkingar
Tað var lítið av villskapi at síggja í annars ágrýtnu víkinginum í Gundadali. Okkurt hissini sprell var á vengrunum, men fyri uttan tað, so var lítið veiggj í steypavinnarunum úr Leirvík og Gøtu.
Jógvan Martin Olsen, venjarin hjá Víkingi, var fáorðaður eftir dystin og ásannaði bara, at hetta var als ikki gott nokk. Hann harmaðist eisini um, at spælararnir, sum komu inn í seinna hálvleiki, ikki fingu møguleikan at vísa hvør dugur er í teimum. Hetta tí Geza Turi fekk beinleiðis reytt kort og tí mátti Hjartvard Hansen verja málið, tí Víkingur hevði onga útskifting eftir.
Fyri Víking er hetta annar dysturin í ár, har teir hava tapt greitt. Hin dysturin var eisini í Gundadali, tá móti B36. Hetta er ikki nóg gott fyri eitt lið, sum skal kempa í oddinum, men heldur Víkingur fram at vinna allar sínar heimadystir, og lærir av dystunum í Gundadali, so hava leirvíkingar og gøtumenn ikki so nógv at hóttast. Men fleiri avrik sum tey í gjár, so kann tað skjótt gerast minni hugaligt at verða ljósabláur.
Geza beinleiðis reytt
Ungverki málverjin hjá Víkingi, Geza Turi, hevur ikki roynt at verið útvístur fyri Víking fyrr, men eitt korter fyri tíð fekk hann beinleiðis reytt kort. Tað var ikki til at síggja hvat hendi, men í samband við hornasparksstøðu gav Rúni Gaardbo málverjanum reytt kort fyri, sum skilst, at hava stúta til Andrew av Fløtum, sum tó ikki fekk mein av hendingini.
Jógvan Martin Olsen váttaði eftir dystin fyri Rás2, at hann hevði tosað við Geza, sum segði seg verða ósekan í nøkrum líknandi atburði.
Nú vísur HB kulør
HB hevur meldað í FM, og sigurin í gjár vísti, at hóast liðið seinast bara fekk eitt stig móti einum vælkempandi 07 Vestur liðið, so hevur høvðusstaðarfelagið fatur á rætta endanum. Heini Vatnsdal kann vísa seg at gerast lykilin til eina dynamiska og sterka miðju, saman við Fróða Benjaminsen, og so antin Kristini R. Mouritsen ella Bárði Olsen. Í álopinum spældi Andrew av Fløtum sum ein unglingi, meðan verjan enn eina ferð megnaði at halda mótstøðuliðnum frá at skjóta mál.
Teir reyðu og svørtu hava nú hildi málið reint í 420 minuttir. HB hevur bestu verjuna í landinum um hugt verður eftir tølunum. Bara tvey mál eru komin ígjøgnum. Tey bæði málini komu í 1. og 2. umfari móti ávíkavist B36 og AB. Síðani er ikki skorað móti HB í áleið 420 minuttir í Effo-deildini.
Hetta var ein sigur, sum vísur at HB hevur tað, ið skal til fyri at vinna FM. Komandi uppgávan er í Klaksvík móti KÍ, ið helst kundi hugsað sær at fingið eitt mál ella tvey. Teir eru mest skoraði liðið í deildini og hava nummar eitt og tvey á toppskoraralistanum, meðan HB hevur bestu verjuna.
Eitt satt oddbrak millum risar!
- - -
Símun Samuelsen um Heina Vatnsdal:
– Heini er ein spælari við nógvum styrkjum og fáum veikleikum. Hann er sterkur í luftspælinum og tað sært tú bæði við 1-0 málið, og hvørja ferð tað er málspark, so er hann hægstur. Hann hevur eitt ótrúliga gott »drive«. Tað sær kanska ikki soleiðis út, men tað eru fáir, ið taka hann í ferð, tá tað fyrst sleppur avstað. Sjálvt um tú ikki hugsar tað tá tú sær hann, so er hann næstan tann skjótasti á liðnum.
– Hann líkist Fróða Benjaminsen á tann hátt, at hann er góður til bæði tað verjukenda og tað framrættaða spælið. Hann luttekur í spælinum í báðum endum og orkar at gera tað.
– Hann hevur eisini eitt evni til at taka rættar avgerðir við bóltinum. Ikki tí hann velur tað løttu avgerðina, tí hann torir eisini at satsa við bóltinum, men tað eydnast sum oftast.
– Tað er ein spælari, sum eg eri glaður fyri at hava á liðnum. Við honum og Fróða á miðvøllinum, so verður tað torført hjá øðrum at bróta ígjøgnum. Hugsi eisini um, tá vit spæla á útivølli.
– Tað er ongin ivi um, at hann er ein komandi landsliðsspælari. Hann hevur alt, sum skal til fyri at spæla altjóða fótbólt, sigur Símun Samuelsen at enda um Heina Vatnsdal.