Helgi spyr um kristna minnilutan í Sýria og Irak

Sambært ST eru 165 fólk deyð hvønn dag í stríðnum í Sýria frá mars 2011 til og við apríl 2014.

 Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur í norðurlandaráðnum spurt uttanríkisráðharrarnar í norðurlondunum, um norðurlond hava nakra felags strategi, fyri at hjálpa kristina minnilutanum í ófriðarliga økinum.

 

Sambært ST eru 165 fólk deyð hvønn dag í stríðnum í Sýria frá mars 2011 til og við apríl 2014.       

- Hetta er eitt fólkamorð, sum fyrst og fremst gongur út yvir kristin, yazidi og shia-muslimar, sigur Helgi Abrahamsen.

- Tað, sum hendir í Sýria og Irak í hesum døgum er nakað av tí ræðuligasta, sum heimurin hevur upplivað í nýggjari tíð, sigur løgtingsmaðurin í viðmerkingunum til spurningin.

 

Helgi Abrahamsen vil vera við, at vesturheimurin av ótta aftrar seg við at hjálpa einum ikki-muslimskum minnniluta, og at hetta økir um neyðina, sum tey kristnu í økinum eru í.

 

Helgi Abrahamsen spyr tí norðurlendsku uttanríkisráðharrarnar tríggjar spurningar:

1)      Hvørji ítøkilig tiltøk vilja norðurlendsku stjórnirnar seta í verk fyri at hjálpa neyðstadda kristna minnilutanum í Sýria og Irak?

2)      Hava norðurlendsku stjórnirnar nakra felags strategi á økinum ella verður ein tílík strategi løgd?

3)      Hava, ella fara, norðurlendsku stjórnirnar at taka málið upp á viðkomandi altjóða stigi, sum kann veita teimum neyðstaddu hjálp og skapa frið og semju í økinum?

 

Ráðharrarnir hava freist at svara spurningunum 20. oktobur.