Hellas Verona vann stórsigur á heimavølli

Andrias og liðfelagarnir hava tryggjað sær fyrsta sigurin í Seriu B

Aftaná eitt stig í tveimum teimum fyrstu dystunum í Seriu B gekk í dag framúr væl hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Hellas Verona.

 

Andrias var aftur liðskipari, tá Hellas Verona á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum vann stórsigur 5-0 á Arezzo. Øll fimm málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar verri hjá heimaliðnum, at Arezzo stutt undan steðginum fekk ein mann vístan av vøllinum.

 

Salvatore Cerbone við tveimum málum, Gabriele Zappa, Samuele Mulattieri og Edoardo Iannoni syrgdu fyri málunum hjá Hellas Verona.

 

Hellas Verona hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.

 

Andrias fær fyri leikliga avrikið karakterin: 7,3 frá Soccerstand og karakterin: 7,0 (av 10 møguligum) frá Sofascore.

 

Fríggjakvøldið klokkan 20 hevur Hellas Verona dyst á útivølli móti Benevento.