Her endar tann nýggi Zlatan

Dusan Vlahovic er toppskjútti i Seriu A og skiftir nú felag fyri yvir 500 milliónir krónur

Flytingarvindeygað í Evropa letur aftur sunnudagin. Millum stóru flytingarnar er Dusan Vlahovic frá Fiorentina til Juventus. 21 ára gamli serbin hevur verið lýstur sum ein nýggjur Zlatan Ibrahimovic, og er toppskjútti í Seriu A saman við Ciro Immobile.

 

Dusan Vlahovic hevur í eina tíð verið settur í samband við Arsenal, men í dag tykist fyri vist, at stóri áleyparin fer at skifta til arvafíggindan Juventus. Hann er avmyndaður í Torino, har hann skal gjøgnum eina læknakanning.

 

Prísurin fyri 17 málskjúttan í Seriu A hetta kappingarárið er áleið 555 milliónir krónur. Tað er illa sæð í Fiorentina, at spælarar skifta til Juventus. Hetta hevur Dusan Vlahovic eisini fingið at kenna, eftir at skelti við hóttandi áskrift hava verið at sæð.

 

Juventus hevur longu Frederico Chiesa í hópinum. Hann var eisini ein av favorittunum hjá áskoðarunum hjá Fiorentina, men valdi somuleiðis at skifta til Juventus.

 

1Inter Milan22165153:1753
2Napoli23154443:1649
3AC Milan23154447:2549
4Atalanta22127344:2643
5Juventus23126534:2142
6Roma23122940:3038
7Fiorentina22113841:3036
8Lazio23106746:3936
9Verona2396843:3833
10Torino2295830:2132
11Sassuolo2378839:3829
12Empoli23851037:4729
13Bologna22831129:3727
14Spezia23741224:4225
15Udinese2259831:3624
16Sampdoria23551329:4120
17Venezia22461220:4018
18Cagliari23381222:4417
19Genoa231101220:4513
20Salernitana22321714:5310