Nei, eg sigi sum er. Eg fati heldur ikki, hví føroyingar í øðrum londum ikki koma heim aftur, ella flyta til Føroya.
Tað er og verður óskiljandi. Ein gáta uttan nakað líkinda svar, hóast væl er leitað eftir svarinum.
Tí her er so nógv at koma til. So nógv gott.
Vit hava eitt nú 60 kirkjur í Føroyum og fimm ferðir so nógv samkomuhús og bønhús, men bara trý almenn pisshús.
Vit hava ein biograf, sum vísir allar knallperlurnar úr Hollywood sama dag, sum tær verða vístar í Danmark. Hvat bagir? Komið aftur.
Vit hava eitt Forboðsráð, sum forðar okkum í at oyðileggja heilsuna og lívið sum heild við gleði, brennivíni og tubbakki, men ikki við feitti og sukri.
Turt tvøst og lakasaltað spik drepur teg. Men ikki donsk pylsa og tveir litrar av kola afturvið.
Gott, at vit hava COtvey mannin og Forboðsráðið.
Hví rýma fólk úr einum landi, har sum ringasta sálarsjúkan er religión?
Onga staðni eru so nógv, sum vilja lofta tíni glataðu sál við einum góðum tilboði um einvegis ferðaseðil til Himmals í staðin fyri til Danmarkar. Ókeypis ferðaseðil uttan avgjøld.
Fólkaræði er í Føroyum. Eitt so væl útbygt fólkaræði, at stórur minniluti, 6,2 prosent, ræður viðhvørt, so aðrir minnilutar ikki fáa rættindi, sum onnur hava.
Oyrasundsskarvur er flytifulgur og gorrar illa.
Føroyskur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Føroyingar fara virkaðir av landinum.
Fólk rýma. Fosturtøka er nakað heavy shit. Hvar er Forboðsráðið? Børnini vilja sjálvi sleppa at avgera, nær tey rýma úr móðurlívi, og tá skal tað vera á lívi. Og minnist til at spyra jarðarmóðurina um barnaváttan.
Almannaváðaverkið hevur einans hurð, sum øll skulu venda sær til. Men hon er ofta stongd. Tí skulu tey neyðstøddu gjøgnum hesa einum hurðina. Men tá er ov seint kortini, tí bara fólk, sum ganga aftur, duga at ganga gjøgnum heilt fyri at søkja um eyka jarðarferðarhjálp.
Einasti skúli uttan blámusopp er lívsins skúli. Men í honum er so nógvur annar lortur, sum fer illa við heilsuni, bæði teirri hjá sálini og teirri hjá likaminum.
Hví mælir Forboðsráðið ikki til forboð móti at ganga í skúla.
Fullveldið skuldi koma í ár, 2012, og allar hinar visjónirnar í 2015. Men Nyrup segði bø fyri tíggju árum síðani, og Javnaðarflokkurin hvarv.
Frælsisbardagin er settur á standby. Og ríkisfelagsskapurin gjørdist ævigur á bygd í Grønlandi. Hvussu kann annars eittans ríki vera ein felagsskapur?
Fýra lond skuldu vera í ríkjafelagsskapinum hjá Kaj Ova: Føroyar, Danmark, Grønland og Baklandið.
Ein makrelur er ikki ein torva. Um nøkur ár verður bara tann eini eftir at klandrast um. Føroyingar fara at krevja høvdið, 15 prosent.
Føroyar, tit hava so nógv. Ein útjaðara í menning, sum heldur vil missa streymin í eina viku enn at lata eitt ferðafólkaskip fara til Havnar. Hvussu kundu tey vita, at skipið hevði sett jólatræið upp longu fyrst í september?
Vit hava fingið eitt stórt flogfar, so hálvthundrað prosent fleiri kunnu rýma í senn. Ella koma aftur í senn, í einum høggi.
Gamaní er heilsustøðan í Føroyum líka ring sum í øðrum menningarlondum. Men vit hava Pál havi lov eitt Forboðsráð, sum beinir okkum uttan um deild átta og grøvina í nøkur ár.
Nógvir føroyingar rýma til onnur menningarlond, trúboðarar.
Sum hasin prentarin í Rituvík segði: Jaligheit kann Satan skoyna sær við.
Latið ei søguna doyggja. Fortel eina góða.