Her eru vinnararnir frá Fimleikagalla 2024

Tað eru átta virðislønir í amboð og estetiskum fimleiki. Feløgini hava tilnevnt og síðani atkvøtt

Ársins estetiska lið: kvinnur Lyra, Fimleikafelagið Ljósi

Fimleikagalla 2024 hevur verið í kvøld. Tað eru átta virðislønir í amboð og estetiskum fimleiki. Feløgini hava tilnevnt og síðani atkvøtt. Her eru vinnararnir við teksti frá Fimleikasambandinum:

 

Ársins estetiska lið: kvinnur Lyra, Fimleikafelagið Ljósi

 

Liðið hevur víst eitt stórt áræði og eru sera dugnaligir fimleikarar. Hóast tær eru eitt nýtt lið, hava tær fingið einastandandi úrslit bæði í Føroyum og til altjóða kapping. Í Føroyum fingu tær met gott úrslit. Eins og tær fingu besta føroyska úrsliti til í altjóða World Cup kappingina í Finlandi.

 

Ársins amboðsíðkari: Bjarki Johannesen, Havnar Fimleikafelag

 

Hann er eitt natúrtalent innan fimleik, hann megnar lættliga at læra nýggj øvilsir við heilt fáum royndum. Aftrat sínum evnum, arbeiðir hann hart og miðvíst. Hann hevur tað seinasta árið veruliga gjørt vart við seg innan fimleikin á fyrimyndarligan hátt.

 

##med2##

 

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

 

Hóast unga aldurin hevur íðkarin ferð eftir ferð prógvað, at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðanlondum.  Við góðu úrslitunum er hon við til at leggja støðið fyri føroyska amboðsfimleikin. Umframt FM heitið í hvørjum amboði sær, fekk hon methøgan karakter í føroysku kappingini.

 

##med3##

 

Ársins drakt: Kvinnuunglingar Rósan

 

Draktin er serstakliga vøkur, og kemur veruliga til sín rætt, við teimum stóru og flottu rørslunum ídnu íðkaranir útinna. Hon hóskar sera væl til seriu og tónleik við flottum og stórum gimsteinum, sum stuðla undir vakra sniðið.

 

##med4##

 

Ársins venjari/venjaratoymi: Ingibjørg, Birita, Sofía, Thora og Rósa, Havnar Fimleikafelag

 

Venjararoymi hevur í ár lyft líð sítt á ovastu rók. Tær eru seriøsar, málrættaðar  og eldhugaðar. Tær hava ment støði hjá hvørjum einstakum íðkara og sum lið á høgum fimleika støði. Fimleikagleðin lýsir úr íðkarunum, ið heilt víst er smittað av toyminum.

 

##med5##

 

Rúni Lamhauge og Rósing Dam, venjarar á mannfólkasíðuni

 

Venjaratoymi megnar at fáa eldhugaðar fimleikarar, sum við støðugari venjing betra sín fysiska form. Við góðum samstarvi og nógvum royndum, hava hesir venjarar sera góðar førleikar til at menna fimleikarnir væl bæði kropsliga og sálarliga. Toymið hevur lyft tað tekniska støðið í ár sum sást aftur í úrslitunum til FM.

 

##med6##

 

Ársins venjari/venjaratoymi á kvinnusíðuni: Camelia Mihaela Mindricel, Havnar Fimleikafelag

 

Venjarin er nærløgd, við einari serligari fimleikamentan, sum íðkaranir hava tikið til sín. Hon krevur nógv av sínum íðkarum, samstundis sum hon gevur nógvar ferðir meira aftur. Hennara avrik sæst aftur í hjá íðkarum hennara, bæði í atljóða kappingum og við methøgum úrsliti í føroysku kappingunum.

 

##med7##

 

Ársins føroyski koreografur: Rúna Kyster Gærdbo, Havnar Fimleikafelag

 

Við sera góðum hugflogi, dugir hon ómetaliga væl at seta rørslur saman við tónleiki og tema. Eisini hóskar serian til støði hjá íðkarunum. Við frálæru á dómaraskeiðum hevur hon tikið vitanina til sín og gjørt eina flotta seriu á sera høgum støði. Hetta er fyrstu ferð hon hevur gjørt eina seriu til eldri íðkarar, og tað hevur borðið á mál.

 

##med8##

 

Ársins estetiska lið: kvinnur Lyra, Fimleikafelagið Ljósi

Ársins amboðsíkari: Bjarki Johannesen, Havnar Fimleikafelag

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag

Ársins kvinnuligi amboðsíðkari: Mia Højgaard, Havnar Fimleikafelag