info
Ongi úrslit

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

Liðið hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen hevur nú tríggjar "match-bóltar"

Mynd: BK Häcken
Heri Á. Simonsen
24. oktober 2026 kl. 00:15

Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í BK Häcken eru sera nær við at tryggja sær svenska meistaraheitið.

Fríggjakvøldið var Jóhanna við frá dystarbyrjan á fyrsta sinni, tá Häcken á útivølli vann 2-1 á botnliðnum, Växjö. Johanna var á vøllinum í ein tíma, ið er tað mesta higartil í hesum kappingarárinum.

Joy Omewa Ogochukwu skoraði sigursmálið upp á brotsspark heilt móti dystarenda. Alice Broman fekk Häcken á sigurskós í 26. minutti. Rættiliga óvæntað javnaði botnliðið miðskeiðis í seinna hálvleiki, men Häcken yvirvann skelkin.

Häcken er greitt oddalið í deildini við 64 stigum, nú tríggir dystir eru eftir at leika. Hammarby hevur 53 stig, og hevur fýra dystir eftir at leika. Men fær Hammarby ikki fult í grannauppgerðini móti Djurgården seinnapartin klokkan 14, so verður Häcken staðfestur svenskur meistari 2026.

Um Hammarby vinnur á Djurgården kann Häcken staðfesta meistaraheitið á heimavølli mánadagin 2. november klokkan 17. Tá kemur Kristianstad á vitjan.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

40 minuttir síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

3 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Allar fasadur­nar á Al­bert Hall skulu skiftast

3 tímar síðan
Tíðindi

Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026

4 tímar síðan
Tíðindi

Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 smurdi HB av

4 tímar síðan