Føroysku klæðini vóru við, tá gestirnir mánakvøldið komu til gallaborðhaldið á Christiansborg í Keypmannahavn.
Beinir Johannesen, løgmaður, og Helena Johannesen vóru bæði í føroyskum klæðum til veitsluna, sum Fríðrikur kongur og Mary drotning hildu fyri vietnamesiska forsetanum, Tô Lâm, og konu hansara, Ngô Phương Ly.
Forsetahjúnini eru á tríggja daga ríkisvitjan í Danmark frá 19. til 21. oktober.
Á myndunum frá kvøldinum sæst løgmaður eisini í práti við donsku forsætisráðfrúua Mette Frederiksen. Millum hinar gestirnar vóru Christian krúnprinsur og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, saman við føroysku konu síni, Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen.
Í Riddarasalinum vóru borðini prýdd við reyðum og gulum blómum. Gestirnir fingu grønlendskan tosk til forrætt, kálvakjøt til høvuðsrætt og makrónukøku við frukt úr urtagarðinum við Fredensborg til omaná.
Fríðrikur kongur helt røðu undir borðhaldinum, og tónleikarar úr kongaligu lívverjuni spældu fyri gestunum.
-
©