info
Ongi úrslit

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Einasta hotellið í Kulusuk í Eysturgrønlandi er stongt fyri veturin, og øll starvsfólkini eru søgd úr starvi. Orsøkin er, at Icelandair er givist við at flúgva millum Ísland og Kulusuk um veturin.

Hotel Kulusuk í Eysturgrønlandi hevur stongt fyri veturin, eftir at Icelandair gavst við vetrarflúgvingini millum Ísland og Kulusuk. Øll starvsfólkini eru søgd úr starvi.
Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 21:45

Avgerðin hjá Icelandair um at steðga vetrarflúgvingini millum Keflavík og Kulusuk í Eysturgrønlandi hevur nú fingið álvarsligar avleiðingar fyri ferðavinnuna í økinum.

Hotel Kulusuk, sum hevur 34 kømur, hevur stongt dyrnar, og øll starvsfólkini eru søgd úr starvi.

Tað skrivar íslendski tíðindamiðilin Vísir, sum endurgevur grønlendska kringvarpið KNR.

Mike Nicolaisen, sum eigur hotellið, sigur, at tað ikki ber til at reka hotellið, tá ferðafólkini úr Íslandi ikki longur koma.

Hann hevur roynt at fáa grønlendska landsstýrið at veita fíggjarligan stuðul, so hotellið kundi hildið fram við at hava opið, men uttan úrslit.

– Tað ringasta er, at starvsfólkini nú noyðast at venda sær til kommununa fyri at fáa sosiala hjálp, sigur Mike Nicolaisen við KNR.

Ferðafólk kunnu verða noydd at gista á flogvøllinum

Stongda hotellið hevur eisini avleiðingar fyri ferðafólk, sum kunnu verða veðurføst í Kulusuk.

Hotelleigarin hevði vónað at kunna hildið hotellinum opnum, so ferðafólk høvdu eitt stað at gista, um flogferðslan varð tarnað av veðri.

Nú er vandi fyri, at ferðafólk í staðin noyðast at halda til í flogvøllinum.

Kulusuk er ein lítil bygd í Eysturgrønlandi, men flogvøllurin hevur stóran týdning fyri ferðasambandið til Tasiilaq og restina av økinum.

Flogferðslan byrjar ikki aftur fyrr enn næsta summar

Icelandair hevur avgjørt, at rutuflúgvingin millum Keflavík og Kulusuk skal vera avmarkað til summarmánaðirnar.

Sambært ferðaætlanini hjá felagnum verður flúgvingin ikki tikin upp aftur fyrr enn 1. juni 2027.

Hotel Kulusuk, sum hevur verið ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni í Eysturgrønlandi síðani 1998, verður tó framvegis opið í sambandi við serligar skíðferðir og í summarsesongini.

Grønlendski stjórnarleiðarin harmast

Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, hevur áður sagt, at tað er sera harmiligt, at Icelandair gevst at flúgva til Kulusuk um veturin.

Hann segði hetta við íslendska miðilin Vísir 7. oktober, tá hann var á fundi í Íslandi saman við íslendska forsætisráðharranum Kristrúnu Frostadóttur og Føroya løgmanni, Beinir Johannesen.

Jens-Frederik Nielsen vísti á, at flogrutan hevði stóran týdning bæði fyri ferðavinnuna og fyri flutning av frískum vørum til Eysturgrønlands.

Hann upplýsti samstundis, at grønlendska landsstýrið arbeiðir við at finna eina loysn, sum kann tryggja flogferðsluna til økið aftur.

Málið vísir, hvussu stóran týdning reglulig flogsambond hava fyri smá samfeløg í Norðuratlantshavi, har ferðavinna, arbeiðspláss og vøruflutningur í stóran mun eru bundin at samferðsluni.

Keldur: Vísir og KNR.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla­borðhald

26 minuttir síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

1 tími síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

3 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

4 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

5 tímar síðan
Tíðindi

Hvørji eru vit? Sjónleikur bjóðar norðurlendsku sjálvsfatanini av

5 tímar síðan