Í sínari grundgeving, segði landsstýrismaðurin, millum annað at:
"Eli Tausen á Lava umboðar eina nýggja og spennandi rødd í føroyskum tónleiki. Hann hevur megnað at byggja brýr millum føroyskt og altjóða tónleikalív, millum klassiska tónleikahevd og elektroniska samtíð og millum tað intellektuella og tað sansaliga."
Dirvið at ganga nýggjar leiðir
Eli Tausen á Lava hevur eina Master of Music-útbúgving frá New York University og eina bachelorútbúgving frá Malmö Academy of Music.
Eitt eyðkenni fyri listarliga virksemið hjá unga tónaskaldinum er hugurin og dirvið til at ganga nýggjar leiðir.
"Eli er fjølgávaður og flytur seg frítt millum klassiskan samtíðartónleik og elektroniskan tónleik og megnar at knýta søguligar, heimspekiligar og eksperimenterandi íblásturskeldur saman við einum nútímans tónlistarligum máli," staðfesti Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Verkið "Let Me Cry" hjá Eli Tausen á Lava varð tilnevnt Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Tilnevningin er ein týðandi viðurkenning av tónlistarliga arbeiðinum hjá Eli og vísir, at tónleikur hansara røkkur langt út um føroysku landoddarnar.
"Fyri sítt nýskapandi íkast til føroyskan tónleik sum tónaskald, framleiðari, klaverleikari og elektroniskur tónleikari fær Eli Tausen á Lava Virðisløn til ungt listafólk 2026."
Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.