Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.
Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu triðja sigurin á rað.
Í kvøld vann Valur í høllini á Hlíðarnenda í Reykjavík greiðan 36-28 sigur á ÍBV. Í steðginum var Valur á odda 19-13.
Allan skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. Bjarni legði upp til heili seks mál, men hann skoraði bert eitt mál upp á fýra málroyndir.
Valur er nummar fýra í deildini við 10 stigum. Haukar eru fremst við 14 stigum.
Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK taptu á heimavølli 29-33 fyri FH, ið var á odda 15-14 í steðginum.
Trúgvi skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál. Handballstatz Ísland hevur Trúgvi sum triðbesta leikaran á vøllinum.
HK er triðaftast í deildini við fýra stigum.
Komandi týskvøld klokkan 19.15 taka Tóki Fríðriksson, Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni móti Vali á heimavølli.
Mikukvøldið klokkan 19.30 hevur HK torføra uppgávu á útivølli móti oddaliðnum, Haukar.