info
Ongi úrslit

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Stjórin í Hiddenfjord heldur, at tað, sum í nátt fór uppí royk hjá felagnum á Gomlurætt, helst er vert nakrar fáar milliónir

Vilmund Jacobsen
22. oktober 2026 kl. 12:18

- Tað vóru teir, sum vóru møttir til arbeiðis um 02-tíðina í nátt, sum boðaðu frá, at eldur var í bygninginum, sum eitt nú hýsir kantinu, skrivstovu, skiftirúmi, wc, brúsu og øðum.

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord um eldin, sum herjaði á økinum hjá alifelagnum á Gomlurætt í nátt.

Hann vísir á, at eldurin kyknaði stutt eftir, at fólk vóru komin til arbeiðis á blóðgistøðini úti á bryggjuni á Gomlurætt.

Bygningurin, sum eldur kom í, stendur innari á økinum.

- Bygningurin er ein sokallað bingjuloysn, sum er sett saman av fleiri bingjum, og eg haldi meg kunna siga, at her er alt farið upp í royk.

Atli Gregersen vísir á, at onkur útbúnaður, sum stóð á økinum nærindis bingjuloysnini, eitt nú ein trukkur, eisini sær út til at vera farin.

- Ein alinót var eisini á økinum, og vit vita ikki við vissu í løtuni, um hon er oyðiløgd.

Spurdur, um samlaði skaðin snýr seg um milliónir, heldur stjórin í Hiddenfjord fyri, at talan helst er um nakrar fáar milliónir, sum hann tekur til.

- Eingin var í bygninginum, tá eldurin kyknaði, og eg dugi ikki at siga, hvør orsøkin kann vera, men onkusvegna hugsar tú um, at talan kann vera um el.

Atli Gregersen leggur tó dent á, at enn er einki staðfest, og her skulu kanningar gerast, áðrenn orsøkin til eldin kann staðfestast.

- Vit eru næstan lidnir at taka fiskin, sum skal takast í alibrúkinum út fyri Velbastað, og her ætla vit at seta fisk útaftur um einar tveir mánaðir.

Stjórin í Hiddenfjord leggur aftrat, at felagið nú noyðist at útvega sær nýggjar fasilitetir á landi, sum í eldinum í nátt fóru upp í royk.

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

20 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

41 minuttir síðan
Tíðindi

Djóni Nolsøe Joensen tikið sæti á tingi

1 tími síðan
Tíðindi

MobilePay nærk­ast Før­oy­um – lóg­ar­forð­ing­in skal nú burtur

1 tími síðan
Tíðindi

21 ára gamal skuldsettur fyri dráp í Grønlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barnaansing og kvinnuheilsa á skránni

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

3 tímar síðan
Tíðindi

Tað verður illveður um vikuskiftið

3 tímar síðan
Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

4 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

5 tímar síðan