Í kvøld kunnu Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV stórfegnast. Tær vunnu seinasta dystin í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og tryggjaðu sær harvið triðja plássið og bronsuna.
Stjarnan vitjaði ÍBV á Hásteinnsvøllinum í Heimey í kvøld. ÍBV vann dystin 2-0. Olga Ševcova og Allison Patricia Clark skutu málini í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki helt ÍBV tørn. Fridrikka spældi allan dystin.
Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Fridrikku í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Hon spældi 18 dystir, skoraði fýra mál, og so legði hon eisini upp til tvey mál.
ÍBV endaði á triðja plássinum við 33 stigum. Tær eru eitt stig frammanfyri Þróttur Reykjavík.
Breiðablik er meistari. Tær vunnu deildina við 52 stigum. Nummar tvey var FH við 43 stigum. Í kvøld vann Breiðablik á heimavølli í Kópavogi stórsigur 6-2 á FH.