Herða revsingina fyri rúsevnisbrotsverk

Landsstýrið ætlar at herða revsingina fyri tey, sum flyta rúsevni til Føroya ella selja tey víðari.

Ein av fyrstu politisku raðfestingunum hjá landsstýrinum verður at herða revsingina fyri álvarsom rúsevnisbrotsverk.

 

Í frágreiðingini verður víst á, at rúsevni eru ein álvarslig hóttan móti føroyskum børnum og ungdómi, og at samfelagið má reagera greiðari enn higartil.

 

– Ætlanin er at herða revsingina fyri rúsevnisbrotsverk, so tey, sum innflyta og selja rúsevni, merkja, at slíkt als ikki verður góðtikið í Føroyum, stendur í frágreiðingini.

 

Landsstýrið vil sostatt brúka revsilógina sum eitt amboð í stríðnum móti skipaðari rúsevnisbrotsligheit.

 

Samstundis verður eisini kannað, um føroyska revsilóggávan eigur at verða dagførd á øðrum økjum. Serliga verður hugt at, um reglurnar um kynslig brotsverk og brotsverk, sum hava samband við vitlíki og tílíkt talgilt tilfar, eru tíðarhóskandi.

 

Landsstýrið leggur sostatt upp til bæði strangari revsing og eina breiðari endurskoðan av revsilóggávuni.