Hesi vunnu B36 innandura kappingina

Tað var eitt lið blanda av núverandi og fyrrverandi fótbóltsspælarum, sum vann innandurakappingina á Hálsi í gjár

U12 liðið hjá dreingum hjá B36 skipaði í gjár fyri stórari innandurakapping í høllini á Hálsi. Tað verður legendurnar frá 1997 liðnm hjá B36, Jákup á Borg, John Petersen, Egin Høgnesen, Jens Kristian Hansen og Jan Guttesen, sum bjóðaði fótbóltsføroyum av.

 

Aftaná ein langan dag endaði kappingin klokkan eitt í nátt. Hjá monnum vann eitt samansett lið av fyrrverandi og núverandi fótbóltsspælarum. Teir vóru Hans Pauli samuelsen, Hjalgrím Elttør, Bárður Olsen, John Heri Dam og Ronnie Samuelsen. Hjá kvinnum vann EB/Streymur/Skála. Vinnandi liðini fingu túr út at eta og hugna sær við øllum frá Café Natúr.

 

Úr B36 verður sagt, at kappingin eydnaðist væl og helst verður kappingin aftur komandi ár.