Krossurin, sum skal setast upp á Høganesi, verður alt ov ógvisligur, ágangandi og sjónskur. Tað heldur Kári Sverrison, sum er ein av borgarunum har um leiðir, og hann mótmælir nú.
Í mótmælisskrivi sigur hann, at ætlanirnar um hendan krossin er ein átrúnaðarliga grundað verkætlan heldur enn ein listarlig. Samstundis vísir hann á, at økið kring Skálafjørðin er kent fyri at vera missiónskt og konservativt við nógvum og virknum samkomum.
– Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her, skrivar Kári Sverrisson.
– Tað kann væl vera, at mong einki hava ímóti tí, og summi fara enntá at fegnast, men eg eri ikki ein teirra, tí hetta er eftir mínum tykki sum at gera fjørðin um til eitt stórt uttandura samkomuhús, ið er opið allan sólarringin, sigur hann.