Hetta skal drotningin í dag

Drotningin skal flúgva í tyrlu í dag

Margretha drotning vitjar í Svínoy og í Fuglafirði í dag. Ætlanin var eisini, at hon skuldi leggja leiðina fram við Klaksvík, men av tí at kongaskipið ikki er við á ferðini, var vitjanin í Klaksvík avlýst.

 

Drotningin flýgur fyrrapartin til Svínoyar, har hon eitt nú fer at vitja minnisvarðan um tey 52 fólkini, ið hava mist lívið á sjónum ella í fuglabjørgunum seinastu 300 árini.

 

Aftaná verður flogið til Fuglafjarðar, har hon verður miðstaðarlundini, Ribarhúsi, Framherja, skúlan og Mentanarhúsið.

 

Niðanfyri er fulla skráin fyri dagin.

 

 

 

 

 

Fríggjadagur tann 16. juli í Svínoy og Fuglafirði

 

Svínoy

 

Kl. 10.20: Komið verður til tyrlupallin Yviri við Strond.

 

Kl. 10.30: Fráferð við tyrlu til Svínoyar.

 

K1. 11.00: Komið verður til Svínoyar.

 

Kl. 11.05: Farið verður við bili til minnisvarðan ”Dropin í lívsins havi”.

 

Kl. 11.10: Komið verður til minnisvarðan.

 

Edward Fuglø listamaður tekur ímóti og greiðir frá listaverkinum til minnis um tey 52 fólkini, sum hava mist lívið á sjónum ella í fuglabjørgunum hesi seinastu 300 árini. Aftaná fer Heri Joensen prestur at greiða frá Svínoy og navnaplátuni, sum stendur tætt við Dropan.

 

Kl. 11.30: Fráferð til gongu til Dansistovuna.

 

Kl. 11.35: Komið verður til Dansistovuna, har Edward Fuglø sýnir nøkur av verkum sínum fram, sum hann kallar ”Relikvium”. Søgur og hugtøk í Bíbliuni hava givið honum íblástur til verkini.

 

Kl. 12.20: Borgarstjórin er vertur fyri óformligan miðmála.

 

Kl. 13.40: Fráferð við tyrlu til Fuglafjarðar.

 

 

Fuglafjørður

 

Almenn móttøka

 

Kl. 14.10: Komið verður til Miðstaðarlundina.

 

Dávur Juul borgarstjóri og frú Elsa Juul taka ímóti. Erla Sonnadóttir Tórgarð handar H. H. Drotningini blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir býráðið í hesum rað:

 

Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri Sonni á Horni, 2. varaborgarstjóri Gudny Vang

Ólavur Larsen

 

Edva Jacobsen Magni Jøkladal David Andreassen Eivin Breiðaskarð

 

Fuglafjarðar Hornorkestur spælir, og Siloakórið syngur. Borgarstjórin heldur vælkomurøðu.

 

Kl. 14.35: Komið verður til Ribarhús.

 

Odvør á Lakjuni, nevndarlimur í Heimavirkisfelagnum, tekur ímóti og bjóðar vælkomin.

 

Rundvísing í gamla pakkhúsinum og reiðarínum Ribarhúsi. Broderaðar pútur verða sýndar fram í fyrsta parti av húsinum. Kvinnur frá Heimavirkisfelagnum sita og brodera, binda o.s.fr. Í hinum partinum av húsinum tekur listamaðurin Heðin Kambsdal ímóti og sýnir nakrar av málningum sínum fram, har hann hevur málað H. H. Drotningina inn í myndevni síni. Rundvísingin endar við einari framsýning av gomlum kongabíblium heilt aftur til ár 1500. Petur Martin Petersen eigur bíbliurnar og sýnir tær fram.

 

Kl. 15.20: Komið verður til Framherja.

 

Anfinn Olsen stjóri og frú Elisabeth Eldevig taka ímóti. Tey greiða frá ídnaðarmenningini í bygdini við støði í gomlum myndum frá kongaligum vitjanum. Skipað verður fyri einum virkistiltaki, har dentur verður lagdur á at vísa á mat- og vitanarídnaðin í Fuglafirði innan fyri fiskavørur og fiskiveiði. Til staðar verða trý virki, sum greiða frá virksemi sínum og sýna fram ymsar vørur.

 

Virki, ið eru til staðar:

Havsbrún: Partur av Bakkafrost-samtakinum, ið framleiðir fiskaolju, mjøl og fiskafóður, Odd Eliasen stjóri

Framherji: Fiskivinnuvirki, sum veiðir ymisk sløg av fiski, Anfinn Olsen stjóri

Pelagos: Pelagiskt fiskivinnuvirki, CEO Jóhan Páll Joensen

 

At enda greiðir Osbjørn Jacobsen arkitektur frá Henning Larsen Arkitekter frá bygninginum.

 

Kl. 16.15: Komið verður til Fuglafjarðar skúla.

 

Skúlastjórin Jógvan Dahl tekur ímóti. Spákað verður inn í felagsøki skúlans, har skúlastjórin heldur røðu. Heidi Poulsen og Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektum greiða frá byggilistini. At enda vísir listamaðurin Edward Fuglø nýggja listaverk sítt til skúlan og býður H. H. Drotningini yvir til listaverkið.

 

Drotningin avdúkar nýggja listaverkið.

 

Vitjanin endar við, at næmingar koma á pall við kórsangi og sangi úr sangleikinum Lion King.

 

Kl. 18.55: Farið verður við bili frá Kongsskipinum Dannebrog til Mentanarhúsið.

 

H. H. Drotningin við fylgi verður heintað av Lene Moyell Johansen ríkisumboð og hr. Stendor Johansen.

 

Kl. 19.00: Borgarstjórin er vertur fyri døgurða.

 

Dávur Juul borgarstjóri og frú Elsa Juul taka ímóti H. H. Drotningini. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar H. H. Drotningini gávu. Tónleikarar koma á pall, og eisini verður felagssangur.