Hetta skal tað vera forboðið at innflyta til Føroya

Hví ikki bara brúka tað, vit sjálvi hava, spyrja tey

Í hesum døgum hava mong hug at fara í urtagarðin. Men tíanverri eru vit ófør at keypa útlendska mold at koyra í urtagarðin fyri at bøta um umstøðurnar um umstøðurnar hjá blomstrum og plantum at veksa, staðfesta tey í tey í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU.

 

Hetta er mýrimosamold, spagnum mold, sum er vunnin úr elligomlum torvmýrum, sum hava havt túsundir av árum til at veksa og sum hava bundið CO2 alla hesa tíðina. Og í FNU halda tey, at vit skulu gevast at innflyta hesa moldina, og tey fara nú at virka fyri einum innflutningsbanni.

 

– Hví nýta ikki bara moldina, vit hava í Føroyum, Spyrja tey.  Tey halda somuleiðis, at heldur enn at brenna tað lívrunnað burturkastið, kunnu vit gera tað til gróðrarríka mold, tí er tað, vit hava brúk fyri í urtagørðunum!

 

– Mýrumosi veksur í jørð, ið er mettað av vætu og har lítið er til av súrevni, og tí gongur niðurbrótingin ella rottilgongdin sera seint fyri seg. Av tí sama verður nógv CO2 bundið í mýrumosanum. Tá ið nýggur mosi veksur til, veksur hann oman á gamla mosanum, sum ikki er heilt niðurbrotin og soleiðis veksur lag oman á lag, sigur FNU.

 

– Men hetta gongur seint, tað tekur 10 ár hjá mýrumosa bara at vaksa kanska bara ein ein sentimetur. Tað merkir, at grava vit ein metur niður, koma vit niður á mosa, sum er 1.000 ára gamal. Her er vert at hava í huga, at spagnum-moldin, vit keypa í handlunum, kanska verður vunnin við at grava heilar fimm metrar niður. Tað merkir, at tað er mosi, sum hevur ligið í jørðini og bundið CO2 í 5.000 ár. Og tá ið grivið verður í mosan, kemur tilfarið í samband við súrevni og so kemur rot í  og tað elvir til CO2 útlát.

 

FNU sigur, at mosi er ein undirmett CO2 goymsla og tí eiga vit at hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit turrleggja vátlendi - eisini í Føroyum.

 

– Vátlendi og mýrulendi eru bara eini trý prosent av jarðarskorpuni, men tey hava heili 30 prosent av øllum heimsins kolevnum í sær. Tað vil siga, at hesi sertøku lendi eru virknastu CO2 goymslur, náttúran hevur. Umframt hetta, eru vátlendi millum fjølbroyttastu náttúruøki, nógv fugla- og plantusløg trívast best í vátlendi. Tí eru umráðandi at vara um og varðveita tey vátlendi, ið eftir eru, sigur FNU.