Hetta var soltið vikuskifti hjá HB í Gundadali. Í gjárkvøldið misti besta liðið eftir øllum at døma møguleikan at vera við í kappingini um FM, og stigatalvan sigur, at eftir 2-1 tapið ímóti KÍ eru bæði KÍ og B36 frammanfyri HB.
Í dag var tað grannauppgerð í Gundadali, og hana vann B36 1-0.
Málið varð skorað við brotssparki longu í fjórða minutti.
Tað var Jógvan Kárason Gullfoss, sum úr ellivu metrum umsetti til mál. 19 ára gamli Jógvan Kárason Gullfoss var í dag fyri sættu ferð á B36 liðnum í 1. deild, og hetta var aðru ferð, at hann var málskjútti.
Tølini siga, at HB var meiri í álopi og hevði fleiri royndir á og við síðuna av B36 málinum, enn B36 hevði ímóti HB málinum. HB vann átta hornaspørk, og B36 vann einki hornaspark. Silas Eyðsteinsson var sannur brandur í B36 málinum og heilt greitt dagsins maður í Gundadali.
At besta HB liðið spældi í gjárkvøldið og hevur frí til týskvøldið, tá ið Víkingur verður gestur í Gundadali, mundi vera orsøk til, at tríggir úr besta hópinum vóru á HB liðnum í fyrra hálvleiki – Tróndur Jensen, Heri Hjalt Mohr og Jákup L. Thomsen. Eingin teirra var á vøllinum eftir steðgin.
Besta B36 fyrireikar seg til í morgin at fara til Eiðis. Tí vóru eingir av teimum, sum plaga at vera á besta liðnum, á vøllinum í dag burtursæð frá ungu monnunum Carl Mikkelsen og Marius Árting Allansson, ið vórðu skiftir út, tá ið tað restaði eitt korter.
B36 er á sætta plássi við 30 stigum, og HB er á sjeynda plássi við 27 stigum. B36 hevur spælt 22 dystir, og HB hevur spælt 21 dystir.
Fríggjadagin fær HB vitjan av NSÍ, og B36 fer leygardagin til Klaksvíkar.