Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, ætlar sær tó ikki at stilla upp til býráðsvalið
-Eg havi fingið fleiri áheitanir, men eg ætli mær ikki at stilla upp, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í stuttari viðtalu.
Hann hevur sitið í býðránum fyrr, frá 1996-2000, men stillaði ikki upp aftur eftir tað. Hann bleiv fyrstu ferð valdur inn á Løgting í 2002 og er valdur á hvørjum vali síðani.
Hann ætlar sær á uppstillingarfund hjá Sambandsflokkinum í næstu viku, men tað verður sum vanligur limur í Føroya Væl og ikki við ætlanum um at fáa pláss á listanum.
Tað vóru annars gitingar um, at Sambandsflokkurin fór at hála eina kanin úr hattinum og stilla fyrrverandi løgmannin upp, fyri at hava ein borgarstjórakandidat, men tær søgurnar hevur Kaj Leo Holm Johannesen nú avsannað.