Í flestu londum á okkara leiðum er tann vanliga uppfatanin, at HIV hoyrir einari farnari tíð til, og at tað er bara í fátækum og fjarskotnum londum, at sjúkan er ein trupulleiki.
Hetta er eisini tann vanliga uppfatanin í Danmark, men nú ávarar professarin Jens Lundgren danir og sigur, at HIV er ikki bara ein trupulleiki í Danmark, men ein veksandi trupulleiki.
Jens Lundgren, sum er dagligur leiðari fyri teirri serligu granskingareindini Copenhagen HIV Programme á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur, at tað hava ongantíð verið so nógv fólk í Danmark við HIV sum nú. Ein partur av frágreiðingini er tó, at fólk við HIV-smittu liva munandi longri nú enn fyrr.
Í Danmark vórðu 276 nýggir HIV-tilburðir skrásettir í fjør, og tey seinastu 20 árini hava teir donsku heilsumyndugleikarnir staðfest meiri enn 5.000 fólk sum HIV-smittuberar. Tey donsku hagtølini vísa, at samkyndir menn eru tann størsti vandabólkurin.