Ein HM-dystur var á miðjari nátt - føroyska tíð - har Egyptaland og Ný Sæland spældu dyst í innleiðandi HM-bólki G á BC Place leikvøllinum í Vancouver.
Egyptaland vann dystin 3-1, men tað var Ný Sæland, ið fekk betru byrjanina.
Tá eitt korter var leikt stútaði Finn Surman Ný Sæland á odda 1-0 aftaná eitt hornaspark. Í seinna hálvleiki skoraðu egyptar trý mál innanfyri 24 minuttir. Mostafa Ziko legði fyri við einum góðum stútara í 58. minutti. Níggju minuttir seinni legði Mohamed Salah Egyptaland á odda 2-1 við einum væl plasseraðum skoti. Eitt korter seinni staðfesti Trezeguet sigurin.
Talan er um søguligan sigur hjá egyptum, ið vunnu fyrsta HM-endaspælssigurin nakrantíð.
Egyptaland er fremst í bólkinum við fýra stigum. Belgia og Iran hava tvey stig hvør, meðan Ný Sæland hevur eitt stig.
Leygarmorgunin klokkan fýra vera dystirnir í triðja og seinasta umfarinum leiktir samstundis. Dystirnir eru Egyptaland-Iran og Belgia-Ný Sæland.
Ný Sæland-Egyptaland
1-0 Finn Surman ('15 )
1-1 Mostafa Ziko ('58 )
1-2 Mohamed Salah ('67 )
1-3 Trezeguet ('82 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Ný Sæland og Egyptaland.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











