Noreg er úti av HM-kappingini aftaná 1-2 tap fyri Onglandi aftaná longda leiktíð.
Miðlar kring heimin halda, at norðmenn vóru snýttir ígjár. Serliga við støðuna, tá Ongland javnaði til 1-1 beint undan steðginum, har eitt málspark hjá málverjanum, Ørjan Nyland rakti veirin á ferðandi myndatólinum hjá FIFA, og bólturin lendi á løgnan hátt hjá onglendingum, ið gagnnýttu støðuna og fingu bóltin fram til Jude Bellingham, ið javnaði til støðuna 1-1.
Stóri franski miðilin, L`Équipe skrivar, at málið átti at verið kolldømt, tí bólturin rakti veirin hjá ferðandi myndatólinum.
Erik Niva hjá svenska Aftonbladet skrivar: - At missa leiðsluna í einari HM-fjórðingsfinalu aftaná assist frá einum veiri....? Og so bara at fáa tað bera eygað dungað undir í pippari frá tøknis-dylhøvdunum hjá FIFA. Júst nú vænti eg, at fólk vera mobiliseraði í Opplandi, Buskerud og Hordalandi. Eg forvænti, at hundrað túsind norðmenn stilla upp, til reiðar til at byrja mótmælisgonguna móti høvuðskrivstovuni hjá FIFA í Zürich. Skrivar Erik Niva.
Noa Bachner frá hinum stóra miðlinum í Svøríki, Expressen skrivar beint fram, at "VAR er perverst".
Danska BT rør uppundir einari "møguligari skandalu" í dystinum hjá Noregi móti Onglandi.
Stóri ítróttarmiðilin í Italia, La Gazzetta dello Sport heldur støðuna við veirinum vera eitt: "stórt mysterium".
Italski miðilin skrivar, at bólturin frá Ørjan Nyland rakti veirin hjá ferðandi myndatólinum, áðrenn bólturin datt niður til ensku leikararnar, ið settu í gongd álopið, ið førdi til 1-1 málið hjá Jude Bellingham. Sambært La Gazzetta dello Sport átti dómarin ella VAR at hava steðgað spælinum, um ein samanstoytur var skrásettur.
Stóri týski miðilin, Bild umtalar enska 2-1 sigurin sum ein: "Spidercam-sigur". Bild heldur eisini, at dysturin skuldi verið steðgaður, og støðan skuldi verið kannað.
Kendi viðmerkjarin hjá BBC, Wayne Rooney heldur, at Ongland vóru hepnir at vinna 2-1 á Noregi. Og enski landsliðsvenjarin, Thomas Tuchel heldur tað sama.
The Athletic, ið er partur av New York Times spyr beint út: "Vóru norðmenn snýttir?". The Athletic heldur eisini, at Noreg fekk fleiri avgerandi dómaraavgerðir móti sær.











