Ikki allar kommunur hava sett inte­gra­tións­sam­skip­ara

Hóast tað síðani 1. juli hevur verið lógarkrav, at allar kommunur skulu hava ein integratiónssamskipara, hava ikki allar kommunur fingið skipanina upp at standa. Tað skrivar Kringvarpið

Sambært Kringvarpinum hava flestu kommunur sett ein integratiónssamskipara, meðan aðrar hava valt at samstarva um starvið. Men í Sands-, Nes-, Sjóvar-, Sunda- og Eiðis kommunu er eingin beinleiðis integratiónssamskipari settur enn.

 

Í Nes kommunu hevur kommunustjórin, Elsbet Ellingsgaard Magnussen, fyribils átikið sær uppgávuna aftrat kommunustjórastarvinum. Í Sjóvar og Sunda kommunu røkja verandi trivnaðarfólk eisini uppgávuna, meðan Eiðis kommuna hevur sett ein tímaløntan integratiónssamskipara. Einasta økið, har eingin skipan enn er komin í lag, er Sandoyggin, har arbeitt verður við málinum.

 

Kringvarpið vísir eisini á, at sjey kommunur í Norðoyggjum og Eysturoynni hava valt at samstarva um eina felags skipan. Har byrjaði Sóley Sjúrðaberg í starvinum sum integratiónssamskipari 1. mai og røkir uppgávuna fyri Klaksvíkar, Fuglafjarðar, Eystur-, Kunoyar-, Hvannasunds-, Viðareiðis- og Fugloyar kommunu.