HM: Skráin fyri hálvfinalurnar, finaluna og bronsudystin

Fýra lið við HM-heitum eru í hálvfinalunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Argentina við trimum HM-heitum, Frakland við tveimum HM-heitum, Spania við einum HM-heiti, og Ongland við einum HM-heiti.

 

Hetta eru liðini, ið manna HM-hálvfinalurnar. 

 

HER er skráin fyri HM-hálvfinalurnar. Talan er um føroyskar klokkutíðir:

 

Týskvøldið klokkan 20: Frakland-Spania (Arlington, Texas).

 

Mikukvøldið klokkan 20: Ongland-Argentina (Atlanta, Georgia).

 

Dysturin um triðja plássið verður leiktur leygarkvøldið 18. juli klokkan 22, og sjálv finalan verður leikt sunnukvøldið 19. juli klokkan 20, føroyska tíð. 

 

Sostatt er í øllum fýra førunum talan um klokkutíðir, ið ikki órógva náttarsvøvnin. 

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.

 

Mynd: Ritzau Scanpix