Magnus Holm Jacobsen heldur fram har vesturi

Magnus hevur skrivað ein tvey-ára sáttmála við 07 Vestur.

07 Vestur kunngerð í morgun á facebook síðu sínari, at Magnus Holm Jacobsen spælir við 07 Vestur komandi tvey árini. 

Hoyvíkingurin, ið er uppaldur í HB, hevur kortini fyri tað mesta spælt við B36, men skifti til 07 Vestur í 2023. Har var hann í eitt ár, áðrenn hann fór at royna seg í bæði HB og B68. Nakað glað eru tey nú har vesturi, tí 07 Vestur skrivar í kunngerðini, at Magnus blómaði undir leiðsluni av Micheal Schønberg, og hevur tað verið saknur í honum, síðani hann fór.

Magnus skifti aftur til 07 Vestur í summarhálvuni, og eydnaðist tað honum at hjálpa 07 Vestur at varðveita plássi í Betri-deildini í ár.