Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Dysturin var móti HF Karlskrona, ið má klára seg uttan ein skaddan Trónd Mikkelsen.
Sävehof vann dystin 33-30. Í steðginum var tað tó Karlskrona, ið var á odda 18-16 í steðginum.
Ísak skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Sävehof er nummar seks í deildini við 14 stigum.
Týsdagin klokkan 17.45 spælir Sävehof dyst á útivølli móti Fredericia í bólki G í EHF European League.











