HM: Noreg er víðari í kappingini aftaná 3-2 sigur á Senegal

Erling Braut Haaland skoraði aftur tvey mál í kvøld

Mynd: Ritzau Scanpix

Noreg hevur vunnið seg víðari til HM-sekstandapartsfinalurnar úr innleiðandi HM-bólki I. Í einum sera spennandi dysti á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey knógvaði Noreg ein 3-2 sigur á Senegal. 

 

Í 13. minutti kom Marcus Pedersen á vøllin fyri Julian Ryerson, ið mátti av vøllinum við einum skaða. Beint undan steðginum gagnnýtti Marcus Pedersen og legði Noreg á odda 1-0. Seinni hálvleikur var bert tríggjar minuttir gamal, tá Martin Ødegaard fann Erling Braut Haaland við einari góðari sending, og Haaland sveik ikki álitið, men økti til 2-0. Bert fimm minuttir seinni fekk Ismaila Sarr spenning í uppgerðina aftur, tá hann aftaná eitt væl spælt álop skoraði til 2-1. Men tað gingu bert fimm minuttir, so hevði Haaland økt til 3-1. Í yvirtíðini fekk Ismaila Sarr aftur spenning í dystin, men Noreg reið stormin av. 

 

Aftaná dystin slapp liðskiparin, Martin Ødegaard, ið spældi ein framúr dyst at sláa upp á trummuna, meðan allir norðmenn, leikarar, venjarar og fjepparar "róðu" saman á leikvøllinum. Ein ógloymandi løta. 

 

Beint aftaná dysturin var liðugur rann landsliðsvenjarin, Staale Solbakken upp til áskoðaraplássini fyri at klemma konuna hjá sær. Tað blivu nógvar góðar løtur hjá norðmonnum í kvøld. Solbakken staðfesti í samrøðu við NRK aftaná dystin, at talan var um tað størsta hann hevði verið við til sum venjari. 

 

NRK boðaði frá, at hóast dysturin byrjaði klokkan tvey um náttina í Noregi, so hevði dysturin eina miljón hyggjarar í Noregi. 

 

Fyrr í nátt vann Frakland 3-0 á Irak. Bæði Frakland og Noreg hava seks stig hvør, men Frakland hevur betri málmun, og er tí á odda í bólkinum. Senegal og Irak hava einki stig. 

 

Noreg-Senegal 3-2 (1-0)

1-0 Marcus Pedersen ('43 )

2-0 Erling B. Haaland ('48 )

2-1 Ismaila Sarr ('53 )

3-1 Erling B. Haaland ('58 )

3-2 Ismaila Sarr ('90 )

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá minniliga sigrinum hjá Noregi.

 

Noreg og Frakland spæla bólkafinalu hóskvøldið klokkan 20 á Gillette leikvøllinum í Foxborough. Somu klokkutíð spæla Irak og Senegal á BMO Field leikvøllinum í Toronto. Noreg má vinna á Fraklandi fyri at vinna bólkin.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix