Tað loysti seg fyrst og fremst væl ítróttarliga hjá Noregi at vinna 4-1 (2-1) á Irak í innleiðandi HM-bólki I í fyrsta HM-endaspælsdystinum hjá Noregi í 28 ár.
Men tað loysti seg eisini í aðrar mátar. Norski landsliðsvenjarin, Ståle Solbakken hevur nevnliga boðað frá, at norsku leikararnir fáa frí í tveir dagar.
Við norska TV2 sigur Solbakken: - Nú skulu leikararnir fáa eina lítla pavsu - ikki minst frá mær. Tað vænti eg leikararnir gleða seg til. So samlast vit aftur um nakrar dagar. Tað skulu vit spakuliga og róliga byggja upp til dystin móti Senegal. Tað er leingi til næsta dyst móti Senegal, og um leikararnir skuldu hoyrt upp á meg á venjingarvøllinum í morgin, so trúgvi eg, at tað hevði verið talan um eina vánaliga venjing. Sigur Ståle Solbakken.
Hvar norsku landsliðsleikararnir uppihalda seg hesar báðar frídagarnar er fullkomuliga upp til tann einstaka.
Noreg spælir móti Senegal týsmorgunin 23. juni klokkan eitt - føroyska tíð - á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Minni enn fýra samdøgur seinni, fríggjakvøldið 26. juni klokkan 20 spælir Noreg móti Fraklandi á Gillette leikvøllinum í Foxborough í Massachusetts.











