Aftaná stóra vónbrotið í 0-0 javnleikinum hjá sponsku evropameistarunum móti Grønhøvdaoyggjum (Kap Verde) í fyrsta dystinum í innleiðandi HM-bólki H stemplaði Spania í dag veruliga inn.
Hesaferð gjørdist talan um stórsigur 4-0 á Saudiarabia á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia. Serliga lá væl fyri hjá Spania fyrstu 24 minuttirnar, tá teir skoraðu trý mál, og í roynd og veru avgjørdu dystin.
Stórleikarin hjá FC Barcelona, Lamine Yamal skoraði sítt fyrsta HM-endaspælsmál, og fyrsta málið hjá Spania í hesum HM-endaspælinum í ellinta minutti. Mikel Oyarzabel syrgdi fyri upplegginum, ið Lamine Yamal gagnnýtti til fulnar. 13 minuttir seinni hevði Mikel Oyarzabel økt til bæði 2-0 og 3-0. Tað fyrra skoraði hann eftir hornaspark. Tað seinna stútaði hann inn aftaná gott forarbeiðið hjá Dani Olmo. Í seinna hálvleiki økti Spania við einum sjálvmáli, ið var skotið í 49. minutti.
Hagtølini fyri málroyndir vístu 22-3 til Spania, ið hevði bóltin tveir triðingar av tíðini.
Spania-Saudiarabia 4-0 (3-0)
1-0 Lamine Yamal (11.)
2-0 Mikel Oyarzabel (21.)
3-0 Mikel Oyarzabel (24.)
4-0 sjálvmál (49.)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Spania og Suðurarabia.
Spania hevur fýra stig, meðan Uruguay, Grønhøvdaoyggjar og Saudiarabia hava eitt stig hvør. Klokkan 23 spæla Uruguay og Grønhøvdaoyggjar á Hard Rock leikvøllinum í Miami.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











