Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar eru í tungum sjógvi í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
Í dag tapti FC Kyzylzhar triðja dystin á rað í deildini. FC Kyzylzhar er nummar 11 í deildini við 15 stigum, og teir eru nú bert fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Í dag tapti FC Kyzylzhar á heimavølli 2-4 fyri toppliðnum, Kairat Almaty. Tá Jóannes kom á vøllin í 57. minutti var støðan javnleikur 2-2. Seinastu løtuna skoraði Kairat Almaty tó tvær ferðir, og fór við øllum trimum stigunum.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir FC Kyzylzhar dyst á útivølli móti Yelimay Semey.











